Formaðurin í valfelagnum hjá Fólkaflokkinum í Havn, Jógvan Poulsen, tekur ikki undir við ætlanini hjá samgonguni um at lata privat felag gera Skálafjarðatunnilin.
Tað sigur hann í lesarabrævi, hann hevur sent miðlunum, har hann sigur, at føroysk tunnilsloysn er best.
Jógvan Poulsen vísir á, at Norðoyatunnilin og Vágatunnilin eru sólskinssøgur, tí verkætlanirnar eru gjørdar við skili og fíggjaðar einfalt.
– Avtalan við norðoyingar og vágafólk er, at tá tunlarnir eru útgoldnir, verður ókeypis at koyra ígjøgnum teir. Hesar avtalur eiga at verða hildnar, sigur hann.
Formaðurin í Havnar Framburðsfelag sigur, vísir á, at valið millum eina føroyska tunnilsloysn til Eysturoyar ella eina danska, dulda og óunniliga loysn. Og sambært honum tryggar føroyska loysnin, at:
- Vit byggja og fíggja tunnilin.
- Vit áseta tunnilsgjaldið.
- Vit fáa vinningin (1-3 mia.kr.)
- Vit ráða yvir samferðslukervinum.
- Vit avgera samfelagsnyttuna av tunlinum.
Sambært Jógvani Poulsen hevur dulda danska ætlanin við sær, at:
- Onnur (danir) byggja og fíggja tunnilin.
- Onnur (danir) áseta tunnilsgjaldið.
- Onnur (danir) fáa vinningin (1-3 mia.kr.)
- Onnur (danir) avmarka okkara ræði á samferðslukervinum.
- Onnur (danir) hugsa minni um samfelagsnyttuna, men maximera egnan vinningin.
– Um hetta ikki er so, eigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, at prógva tað øvugta við at spæla við opnum kortum yvir Føroya fólki. Fyri hugsandi fólk er tað sólarklárt, at føroyingar eiga sjálvir at gera Eysturoyartunnilin og heysta vinningin sjálvir, sum er millum 1 og 3 mia.kr.
Jógvan Poulsen heldur, at føroyingar standa fríari, um vit sjálvi gera verkætlanina:
– So gera vit sjálvi av, hvørjar útbyggingar avlopið skal fíggja. (Sandoyartunnil, eldraøkið v.m.) Nógv ynskja eina suðurleið við tunlum, ið binda Sandoynna og Suðuroynna í meginøkið. Hendan suðurleiðin hevur álvarsamar fíggjarligar avbjóðingar við sær. Tær hava sum fyritreyt, at vit sjálvi ráða á avlopinum frá Eysturoyartunlinum, sigur Jógvan Poulsen, sum samstundis staðfestir, at sandoyingar kunnu gloyma alt um ein tunnil, um Eysturoyartunnilin ikki er við í fíggingini.