Ja, tað er heilt øgiliga langt til Suðriar!

Dennis Holm
Vágur
??????????????
Vanliga verður tikið til, at fjølmiðlarnir eru 4. statsmaktin - tað vil m.a. siga, at fjølmiðlarnir skulu halda landsins myndugleikum í oyrunum, t.d. við at lýsa og viðgera hvørji viðurskifti verða tikin upp politiskt, ella geva eina mynd av, hvørjir skeivleikar eru gjørdir t.d. í landsumsitingini. Men hartil, so eru fjølmiðlarnir eisini í stóran mun við til at geva eina ávísa mynd av hvussu ymisk viðurskifti hanga saman í samfelagnum sum heild.

Døpur mynd av Suðuroynni
Seinastu mánaðirnar hava allir føroyskir fjølmiðlar í størri ella minni mun verið partur av kjaki og lýsingum av viðurskiftunum, sum hava við suðringar og Suðuroynna at gera. Myndin, ið eftir stendur er sera døpur, tí í allar flestu førum eru tað prangandi negativar yvirskriftir, sum hava fylt bløðini og spísiseðlarnir, sum hanga í kiosk vindeygum. Myndin er so døpur, at fólk, sum ikki kenna til umstøðurnar, als ikki kundu hugsað sær at komi suður higar, og enntá óttast summi, at kríggj ferð at herja Suðuroynna hvørja løtu - eins og ein eldri kona tók til í sending í SVF eitt sunnukvøld herfyri.
Dapra myndin av Suðuroynni er kanska ikki heilt av leið. Her er stórt arbeiðsloysi, óstøðug arbeiði og eisini ein ávís fráflyting, men kríggj kenna okur ikki heilt til, hóast ósemjur er millum fólk. At ósemjur eru millum fólk er ikki nakað sum er sermerkt fyri Suðuroynna (okur taka kanska nakað harðari til enn tykur eru von við norðanfjørðs). Tí har tað eru fleiri fólk, við fleiri ymiskum meiningum, er tað oftani bara spurningur um tíð áðrenn áhugamál renna uppá tvørs, og so er ósemjan har. Hetta er kennast øll økið við í landinum - og tað eru altso ikki bara suðringar í øllum Føroyum, sum eru ósamdir, sjálvt um fjølmiðlarnir eru við til at varpa hesa myndina út.
Sjálvt um myndin av Suðuroynni ikki er ein sólskinssøga burturav, so er tann myndin, sum fjølmiðlarnir geva als ikki fullfíggjað, tí her eru fleiri ting, sum eru á rættari leið, fleiri positiv ting, sum eisini eiga at fáa innivist í føroyska fjølmiðlaheiminum. Eitt tað feskasta dømi er søguliga ferðin hjá sluppini Johannu til Íslands og Skotlands.

Johanna á søguligari ferð
Í farnu viku fór sluppin Johanna á søguliga ferð til Norðfjørðin í Íslandi eftir fiski, sum skal førast til Aberdeen í Skotlandi, har fiskurin verður lagdur upp. Nú 60 ár eru liðin síðan Seinni Heimsbardagin endaði, ger Johanna hesa søguligu ferðina til minnis um leiklut føroyinga í Seinna Heimsbardaga og til minnis um teir føroyingar, sum lótu lív undir Seinna Heimsbardaga.

Føroyskir fjølmiðlar ongan áhuga!
Føroysku fjølmiðlarnir vóru fyri umleið 3 vikum síðani við tíðindaskrivi kunnaðir um ferðina. Sjónvarp Føroya varð (ókeypis) boðið við á ferðini, soleiðis at ein søgulig sjónvarps sending kundi gerast um hesa ferð, sum so mangur føroyingur var við á undir krígnum. - Soleiðis at ein sending kundi gerast, sum ein stórur partur av føroyingum høvdu haft heilt stóran áhugað í. Sjónvarp Føroya svaraði ikki ein gong tilboðnum aftur - og hevur enn ikki (fyrrapartin týsdag) gjørt nakað burtur úr ferðini.
Útvarp Føroya varð eisini kunnað um ferðina, men hevur eins og sjónvarpi hig-artil (fyrrapartin týsdagin) frávalt at gera nakað burtur úr hesari søguligu ferð, hóast heilt nógv er at fara eftir.
Teir skrivandi fjølmiðlarnir hava gjørt smávegis burturúr - í flestu førum er tíðindaskrivið prentað, og í einstøkum førum er onkur smávegis grein skrivað.

Íslendskir og skotskir fjølmiðlar stóran áhuga!
Eins og føroysku fjølmiðlarnir, vóru íslendskir og skotskir fjølmiðlar kunnaðir um ferðina, hetta við sama tíðindaskrivið (tó á enskum), sum føroysku fjølmiðlarnir fingu. Í Íslandi hevur hendan søguliga ferðin hjá Johannu verið í fjølmiðlunum at kalla hvønn dag í 2 vikur. Íslendsk bløð hava skrivað um ferðina, íslendska útvarpið hevur gjørt innsløg um ferðina og ferðin hevur eisini verið viðgjørd í íslendska sjónvarpinum. Tveir íslendskir mynda og sjónvarpsmenn vístu beinanvegin ferðin áhuga og bóðu um at sleppa við Johannu á ferðini. Teir komu til Føroyar nakrar dagar áðrenn Johanna fór og vóru við Johannu á ferðini til Íslands, og koma aftur til Føroyar at taka fleiri mynd-ir, tá Johanna kemur aftur á Vág seint í komandi viku.
Skotskir fjølmiðlar gera hesa vikuna og komandi viku nógv burturúr ferðini hjá Johannu. Stóru skrivandi fjølmiðlarnir í Aberdeen og sjónvarps- og útvarpsrásin BBC Skotland hava boðað frá, at ferðin hjá Johannu verður við í bløðunum og í útvarps- og sjónvarpssendingum í vikuni.

Hvussu raðfesta føroysku fjølmiðlarnir?
Eftir stendur, at søguliga ferðin hjá Johannu til Íslands og Skotlands hevur fingið óvanliga nógva umrøðu í fjølmiðlunum í Íslandi og Skotlandi. Johanna fekk eisini eina stórfingna móttøku á Norðfjørðinum í Íslandi og er eisini boðað frá stórfingnari móttøku í Aberdeen.
Teir føroysku fjølmiðlarnir hava víst ferðini sera lítlan áhugað - og teir stóru loftbornu fjølmiðlarnir hava ikki tikið ferðina uppá tungu. Hetta hóast talan er um eina søguliga ferð, sum at kalla øll í Føroyum kenna okkurt tilknýtið til. Søgurnar sum bæði Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya kundu fingið burturúr túrinum eru óteljandi. Eitt nú er ein 85 ára gamal maður úr Oyndarfjørði við á ferðini, sum sigldi við føroyskum sluppum undir Seinna Heimsbardaga. Hendan søgan hevur ongan áhuga í ÚF og SVF - men á Norðfjørðinum í Íslandi varð Oyndfirðingurin heiðraður við medalju.
Sigast má, at eg og fleiri við mær als ikki skilji hví ÚF og SVF frávelja at gera nakað sum helst yvirhøvur burturúr søguligu ferðini hjá Johannu til Norðfjørðin í Íslandi og Aberdeen í Skotlandi. Spurningurin er sjálvsagt um innanhýsis raðfestingar hjá ÚF og SVF og øðrum fjølmiðlunum - og er ferðini hjá Johannu ikki komin uppí part, skil tað, hvør skilja vil!
Tær positivu myndirnar úr Suðuroynni eiga ikki sjálvsagdan rætt í raðfestingini hjá fjølmiðlunum, meðan tær meiri negativu og prangandi yvirskriftirnar, ofta eru raðfestar ovarlaga. Hetta er tíverri við til at geva ein einsíðis og oftani ófullfíggjaða dapra mynd av Suðuroynni.

ES:
Tú, sum hevur áhugað í søguligu ferðini hjá Johannu, kann sjálvandi fara inn á heimasíðuna hjá Johannu www.johanna.fo og har fylgja eitt lítið sindur við hvussu gongst á ferðini hjá Johannu.