Fyri nøkrum árum síðan varð tosað um fastlønarskipan, tað gleddust fólkið um, men nú var landstýrismaðurin Jóhan Dahl tráðspurdur um, hvat hann ætlaði. Hann læt seg fara við hesum rákinum, at tey á niðastu rók, tá tað viðvíkur løn, men samstundis sum hetta eru tey sum lyfta samfelagið upp, fingu ov nógv og tann lítla flakavirkisskipanin skuldi vekk.
Katrin Dahl Jakobsen var eisini spurd og svarar hon: »hesi fólk skulu hava mat á borðið, ja, latið okkum fáa teimum eina munandi betur skipan, enn tað sum er«.
Avtoftað
Er meiningin at avtofta alt, sum hevur við fiskivinnu at gera, ja, sigið tað so.
So kunnu øll í okkara landi renna í jakkasetti og slips, so kunnu vit prøva, hvussu leingi samfelagið koyrur.
Sjómenn og verkfall
Flotin liggur, eingir pengar til tær familjur, sum varða av.
800 fólk til hús vegna húsagang, tað hoyra vit lítið til.
Á middegi
Hoyrdi stór tíðindi, vit skulu deila 3,5 mió út til listafólk og legði útvarpsmaður afturat, eg sá smílið ígjøgnum útvarpstólið »tað koma meira pengar seinni«.
Eg nevndi hetta í stuttari viðmerking í gjár, hetta var ikki vældámt av viðmerkjarum úti á portalinum, men tað leggi eg einki í.
Hví kunnu hesi fólkini, sum skulu hava starvsløn, ikki heldur fáa eitt arbeiði til dømis á Kósini, Sandoy Seafood ella á onkrum ørðum virki.
Eg havi stóra virðing fyri mentan og list, men tað eru eisini onnur fólk, sum skulu hava møguleika í samfelagnum.
Tá nú so lítið av peningi er í okkara samfelag, og fólk hava stórar trupulleikar, tá er hetta beinleiðis forargilsi at hoyra um hasar ótrúligu starvslønirnar. Álvaratos er okkara samfelag úti at koyra.
Eg nevndi í viðmerkingini á tingsins røðarapalli, at til dømis fingu sjúk fólk ikki, í øllum førum, fylgjara niður til Danmarkar.
Nei latið okkum heldur hjálpa teimum, sum hava hildið okkara landi uppi og framhaldandi gera tað, heldur enn javnan at royna at psyka tey niður inntil tey rýma av landinum.
Við javnaðarkvøðu.