Nú einans fimm vikur eru til bretskir veljarar skulu taka støðu til ES-limaskapin hjá Bretlandi, tykist at ja-síðani, tað vil siga tey, ið ynskja at vera verandi í ES, vinnur.
Nýggjasta veljarakanningin hjá YouGov, ið stovnurin hevur gjørt fyri The Times, vísir nevniliga, at tey eru á odda við fýra prosentum. Tað er ein framgongd á tvey prosentstig frá seinastu veljarakanning hjá stovninum, ið varð kunngjørd fyri tveimum vikum síðani.
44 prosent av veljarunum siga, at tey ynskja at Bretland verður verandi í ES, meðan 40 prosent siga, at tey ynskja at Bretland fer úr samstarvinum.
Stovnurin ger tó vart við, at háttalagið, ið varð brúkt til seinastu kanning, varð broytt í nýggju kanningini. Um so var, at gamla háttalagið varð brúkt, hevði Nei-síðan verið á odda við trimum prosentum.
Orsøkin til, at háttalagið er broytt er, at úrslitið frá lokalvalinum í Bretland herfyri vísti, at veljarar hjá UKIP vóru ov væl umboðaðir í veljarakanningunum hjá stovninum, tá valúrslitið og veljarakanningar vórðu samanborin.