Hetta spøkilsið »inhabilur« verður áframhaldandi at spøkja í teimum donsku - føroysku viðurskiftunum.
Men í eini og hvørjari svindlaragølu og tess uppkláringum, so kann danin seta sínar menn júst har tað er neyðugt til teirra egna fyrimun og so til hundan við føroyinginum. Hvussu leingi skal hetta halda áfram???
Men hetta fingu danir ornað fyri í 1948, tá ið heimastýrislógin varð sett í gildi eftir at danir høvdu stuttleikað sær við føroyingum og hildið teir fyri turra spott eins og teir gera tað í dag. Men tað ber til at kanna eftir, hvussu væl alt er ornað til danans fordeild. Lesið bara í Heimastýrislógini, hvussu hetta rukkulívið er stillað upp í grein 6, hvar tað stendur skrivað: »?Ivamál um føroyska heimastýrisins ræði í mun til ríkisvaldið verða løgd fyri nevnd, skipað av tveimum limum valdum av ríkisstjórnini, tveimum valdum av landsstýrinum og trimum av hægstarættarpresidentinum valdum hægstarættardómarum; ein teirra verður settur sum formaður. Eru teir fýra av ríkisstjórnini og landsstýrinum kosnu limirnir samdir, er málið endaliga avgjørt. Um so ikki er, verður málið avgjørt av teimum trimum hægstarættardómarunum. (T.v.s. einans av danskarum). Í mínum eygum er hetta brot á menniskjarættindini á hægsta stigi, og haraftrat racisma so at tað forslær. Men tíverri hava føroyingar góðtikið hesa lóg uttan at kanna eftir innihaldinum av hjarta, men einans í einum uppgevandi anda. Spurningurin viðvíkjandi bankakanningini, um hvør lóg skal galda fyri at avgreiða hetta málið, er alt avgerandi. Men her hava Føroyar ein stóran trupulleika, og av tí at einki land í allari verðini hevur so nógvar grundlógir sum Føroyar.
Verður tað nú grein 6 í Heimastýrislógini, sum skal virka í hesum máli, so er málið langt síðani avgjørt, av tí at tað enn er óhoyrt, at 3 hægstrarættardómarar hava felt dóm yvir seg sjálvar.
Her síggja vit so, at eru føroyingar ikki einigir við danar í einum máli, so verður føroyingurin frystur úti og hevur einki at siga, men hereftir skal danin so orna alt uttan mun til, um rætt er borið at ella ei. (Fyrr kallaðu tey slíka framførslu fyri diktatur - men hvat verður tað rópt fyri í dag?).
Men í hesi grein 6 verður einki nevnt um tann møguleikan, at nú danir ikki eru einigir við føroyingar?, so skal demokratiið, ið danir reypa av at eiga tað besta sum er í øllum heiminum - Gud náði okkum.
Hjá føroyingum stendur eitt átrokandi neyðugt val fyri framman í nærmastu framtíð:« 1. At geva dananum durafjórðingin forever ella 2. At forera dananum alt Føroya land sum tað er við umhvørvi, ístaðin fyri at blíva við at tvíhalda um hvørvandi glottar, sum ein heldur seg at eiga«.
Hetta er einasta loysnin, sum til endans kann geva frið í Føroyum. Tað er neyðugt at finna út av, um ein vil vera kristin og føroyingur ella kristin og danskari ella kristin og norðmaður ella kristin og rómverskur statsborgari. - Osv.
Bíblian gevur sítt viðhald vegna støðutakan og greiðar linjur: »Tala tykkara skal vera: »Ja, ja, nei, nei« og tað, sum meir er enn hetta, er av hinum illa!«. (Matt. 5.37].
H. A. Djurhuus hevur yrkt hetta ørindi:
Hetta landið er mítt,
hetta landið er títt,
sum tað liggur í havi
so fagurt og frítt.
Her er heimið hjá mær,
her er heimið hjá tær -
og tað sigur við teg:
»Tú skalt minnast meg altíð
um allan tín veg«.
Símun A. Klein
Fyensgade 7b 1.tv.
9850 Hirtshals
Danmark