Fleiri av handlunum boða frá, at teir eru um at vera í uppisetri av skølingum, og bæði hjá Andreasi í Vágsbotni og á Tjaldurs Apoteki er longu útselt. Tó eru fleiri á veg, verður sagt.
Sambært Alex Rasmussen, veðurfrøðingi á DMI, verður nógv frost komandi dagarnar. Síðani verður tátt um vikuskiftið, og seinni verður aftur nógv kaldari. So tað eru ongi útlit fyri, at ísurin, sum er harðfreystur í løtuni, nær at bráðna í bræði.
Arbeiðsformaðurin í Tórshavnar Kommunu sigur við Sosialin, at tey royna at salta um allan býin – serliga har Bussleiðin koyrir. Men tey røkka tó ikki út í smáu býlingarnar, har gongubreytirnar nú eru vorðnar rættiliga glerstoyttar. Eisini sigur hann, at saltið býtur ikki á, tá harðfryst er, so nú er nyttuleyst at salta. Tá er kanska frægari at stroya sand á.