Jøvn recurvekapping

Í recurvebólkinum í bogaskjótikappingini á Eiði, vann Hans Petur Højgaard

Heili 12 skjúttar luttóku í recurvekappingini. Hetta kom fyrst og fremst av, at nakrir ungdómsskjúttar hava tikið stigið at skjóta saman við teimum vaksnu.


Skjótingini innleiðandi var ikki so góð, hóast nógvir av ungu skjúttunum høvdu persónlig met.

Í finalunum gjørdist tó frægari, og eldru skjúttarnir byrjaðu at raka støðið.

Í hálvfinaluni skuldi Odd Andreasen skjóta ímóti Anniku Vang. Hetta bleiv ein ov stórur biti fyri 14 ára gamla drongin, og Annika Vang vann við 18 stigum.

Í hinari hálvfinaluni skutu Eirikur í Jákupsstovu og Hans Petur Højgaard. Her vann Hans Petur við 14 stigum.

Bronsudysturin var millum Eirik í Jákupsstovu og Odd Andreasen. Henda dyst vann Eirikur við 102 stigum ímóti teimum 99 hjá Odd.

Í finaluni skutu Annika Vang og Hans Petur Højgaard. Henda dyst vann Hans Petur við einum stigið. 109 – 108 endaði tað. Her er talan um góða skjóting.