Jú, Vit kunnu!

Heri Ziska
???

Tað er eftirhondini dagligur kost, at ein hoyrir leiðandi menn bæði innan ítrótt og politik siga "vit eiga ikki at hugsa um at gerast heimsmeistarar, tað eru vit for smá til", og tað særir mina tjóðskapar kenslu hvørja ferð eg hoyri sovorið tvætl!
Undirritaði lurtaði eftir einum orðaskiftið í tinginum fyri góðum mánað síðani og har var fleiri ferðir ført fram av politikarum frá ymiskum flokkum, at vit eiga ikki at hugsa um at blíva best, men heldur kenna okkara pláss, og sikta lægri við okkara ambitiónum. Eisini hoyrdi eg nýliga ein formann í einum sersambandið siga, at oyggjaleikir eru har vit hoyra heima, tí í størri kappingum kunnu vit ikki gera okkum galdandi.
Um vit hyggja at ítróttinum, sum undirritaði veit meir um enn politik, so er tað stuttligt at síggja føroyska ungdóm, og samanbera við danskan og enskan ungdóm sum undirritaði eisini hevur havt møguleika fyri at eygleiga. Her er myndin heilt klár. Tað er næstan óhugnaligt at síggja hvussu evnaríkur tann føroyski ungdómurin er í mun til ungdóm í Danmark og Bretlandi. Ein miðal hampa føroyskur tannáringur er nógva ferðir meira evnaríkur tá tað kemur til ítrótt enn ein danskur ella enskur javnaldri. Hví so er dugir undirritaði ikki at siga, men kundi hugsa mær at tað hevur okkurt, við okkara tætta samband við eina fantastiska náttúru, at gera.
Hví er tað so at leiðandi menn í Føroyum (havi ikki hoyrt nakra kvinnu sagt at vit onki nytta) hava tørv á at siga at vit ikki kunna? Hvat er tað sum ger tað so týdningarmikið at endurtaka ferð eftir ferð at vit ikki kunna verða við millum tey bestu?
Ein ungur Føroyingur fór til Svøríki at kappast í einari rennikapping. Hann kappaðist móti javnaldrum úr stórum londum har í frælsur ítróttur er partur av mentanini, og har umstøðurnar eru nógvar ferðir bet-ur enn tær eru í Føroyum. Hvat gjørdi hann? Hann gjørdist nummar tvey í hesi kapping. Helst gjørdist úrslitið so gott tí at hann trúði meir uppá síni evnir enn okkara leiðandi menn!
Ein ung kvinna luttók í para olympisku leikunum. Hon gjørdi ikki mætari enn at vinna eitt broncumerkið í kapping við tey bestu úr øllum londum í øllum heiminum. Hví gjørdi hon tað? Tað var óiva tíð at hon hevði meira trúgv uppá evnini hjá Føroyingum enn okkara leiðandi menn.
Eitt lið av føroyskum monnum kappast við heimsins bestu tjóðir í fótbólti. Teir hava (heldigvís) ikki acceptera at vit onki kunna, og tí onki nytta, so hvat gera teir? Jú, teir geva heimsmeistarum og stórum londum skarpan gang hvønn tann einasta dyst! Og hetta er innan liðítrótt har statiskikkur (eins og okkara leiðandi menn) sigur at vit ikki kunna!
Ein ung kvinna dámar at syngja. Hvørja ferð hon roynir okkurt nýtt er tað ein óbetinga success. Tað sýnist sum tað ikki er nakað mark fyri hvussu langt hendan kvinna kann røkka. Gott hon ikki lurtar eftir okkara leiðandi monnum!
Ein bólkur av ungum monnum hevur roynt nakað nýtt innan tónleik, og tað er stór success har teirra tónleikur verður spældur, og teir koma langt upp á hitlistar í teimum londum teir royna seg í! Gott teir heldur ikki lurtaðu eftir okkara leiðandi monnum.
Ein ungur maður er í løtuni við at sláa sítt navn fast innan tónleik, og her gongur eisini einans framá! Enn eitt dømi um ein evnaríkan føroying sum heldigvís ikki lurtaði eftir okkara leiðandi monnum.
Ein kundi nevnt nógv fleiri dømir, men tað er ikki málið við hesum stubba. Tað sum er eyðsýnt er at tað sýnist ikki sum tað er nakað mark fyri hvat í føroyingar kunna náða um teir trúgva uppá egin evnir.
Hvat er so til ráða at taka? Her heldur undirritaði at okkara leiðandi menn eiga at viðurkenna hvussu ómetaliga evnaríkan ungdóm teir hava at arbeiða við og eiga at geva teimum møguleikan fyri at vísa hvat teir eru mentir í staðin fyri áhaldandi at fortelja teimum at vit (føroyingar) kunna ikki gerast heimsmeistara! Tí "VIT KUNNA GERAST HEIMSMEIST-ARAR" og ein tann størsta forðingin fyri at vit kunnu náða hetta er tað afturvendandi tvætli frá okkara leiðandi monnum um at "vit kunnu ikki".
"JÚ!, VIT KUNNU!".