Ein av teimum stóru rockbólkunum, Great White, hevði konsert í náttklubbanum The Station í amerikanska býnum West Warwick í februar í 2003. Fýrverk var ein náttúrligur partur av konsertini, men alt í einum festi fýrverkið í hølini, og eftir lítlari løtu stóð alt í ljósum loga.
Tá bjargingarliðini vóru liðug at leita í húsaleivdunum, høvdu 97 fólk latið lív, og umleið 200 onnur høvdu fingið skaða. Millum teirra, sum doyðu, var guitarleikarin í Great White, Ty Longley.
Vanlukkan var tann fjórðistørsta av sínum slagi í USA nakrantíð, og hesi bæði árini síðani hevur løgreglan arbeitt við at kanna, hvør hevði ábyrgdina. Nú hevur Daniel Bierchele, sum skipaði fyri konsertini, játtað seg sekan í óviljaðum manndrápi, sum hann kann fáa upp í 10 ára fongsul fyri.
Daniel Bierchele heldur tó uppá, at hann hevði fingið loyvi til at brúka fýrverk í náttklubbanum, men tað avsanna eigararnir.










