Gøtueiði: Vegagerðin á eystara armi á Skálafjørðinum er við at steðga upp fyri í ár. Játtanin er brúkt, tá asfalteringin undir Valaknúkum er liðug.
Vegastrekkið úr Skálafirði og út um Valaknúkar skal nú asfalterast. Byrjað verður, fyrsta líkindi verða, og so eru ikki fleiri pengar eftir til vegagerð har á leiðini í ár, verður sagt av vegdeildini hjá Landsverkfrøðinginum.
Vegurin út eftir eystara armi á Skálafjørðinum er heldur smalur millum Skálafjørð og Skipanes. Okkurt er gjørt, men enn er ymiskt, sum stendur á ynskilistanum hjá vegdeildini. Eitt nú strekkið innan fyri Tjørnunes, sum kann vera beinleiðis vandamikið at koyra á. Sýnið er so sum so, og eingin verja er.
Annað er vegastrekkið um Gøtueiði. Har vóna teir á vegdeildini at sleppa at gera liðugt komandi ár. Treytað av, at játtan fæst.
Nógv tilfar er fingið úr spreingingini, sum hevur ført vegin tvørtur um Eiðið. Ætlanin er at fara oman á »Vendiplássið«, sum tað fyrr varð nevnt ,og har bynda í vegin milum Søldarfjørð og Skipanes.
Sum er, er eingin játtan, so har verður iki arbeitt meira í ár. Men vónandi og væntandi verður nýggja játtanin so mikil, at arbeiðið kann gerast liðugt komandi ár, verður sagt av vegdeildini.
Annars eru tað nógv, sum hava sett álit á, at vegstubbin, sum fer niðan um bygdina Undir Gøtueiði innaneftir, fer at verða festur í vegin um sjálvt Gøtueiði.
Men hetta er ikki landsvegur, siga tey á vegdeildini hjá Landsverkfrøðinginum. Talan er um kommunalan veg, eins og tær maskinur og bilar, sum har standa, eru ogn hjá privatum entreprenørum.
Hinumegin fjørðin verður farið undir onkrar smávegis umvælingar á Strandavegnum. Har verður bara tað ringasta tikið soleiðis, verður sagt av vegdeildini hjá Landsverkfrøðinginum.
Sum skilst er ein samla verkætlan fyri Strandavegin gjørd. Talan er um at leggja vegin frá ítróttarhøllini á Skála og út á Strendur oman fyri bygdirnar út eftir. Men har eru- sum so mangastaðni - ikki pengar tøkir.
Og inni í Skálafirði er eisini eitt strekki frá íbindingini við Statoilstøðina og út um bygdina vestanfyri, sum ynskiligt hevði verið at fingið breiðka ella flutt.