Játtanin tryggjar fólkaræðið

At játta pening til upplýsing undan fólkaatvøðuni tryggjar, at avgerðin verður tikin á fullgóðum fólkaræðisligum grundarlag, heldur Høgni Hoydal, landsstýrismaður

»Landsstýrið metir, at tað er umráðandi, at fólka fáa høvi at kunna onnur um áskoðan sína, ella fáa ávirkan á, hvørjir serligir møguleikar ella vandamál verða lýst í sambandi við fólkaatkvøðuna. Soleiðis verður tryggjað, at avgerðin verður tikin á fullgóðum fólkaræðisligum grundarlag.«

Hetta sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, millum annað í viðmerkingum sínum til uppskotið um fíggjarligan stuðul til politiska upplýsing undan fólkaatkvøðuni í mai.

Høgni Hoydal sigur, at talan er um eina so týdningarmikla avgerð í Føroya søgu, at landsstýrið metir, at málið má viðgerast út í æsir, bæði í politisku skipanini og manna millum. Tí skjýtur hann upp, at løgtingið játtar 2 milliónir krónur til upplýsing undan fólkaatkvøðuni. Hetta skal gerast við eykajáttanarlóg.

Sambært uppskotinum hjá Høgna Hoydal skal 1 millión játtast politiskum flokkum, 600 túsund skulu játtast felagsskapum og fylkingum og 400 túsund skulu játtast einstaklingum.

Í hesum sambandi vísir Høgni Hoydal á, at hetta ikki er nakað, sum er ókent í londunum kring okkum. Millum annað nevnir hann, at í Danmark játtar Fólkatingið hvørt ár politisku flokkunum og stóru fylkingunum stuðul til upplýsing í sambandi við ES, eing og peningur eisini verður settur av til einstøk tiltøk, ið onnur enn hesi skipa fyri.