Poul Michelsen (A), fyrrverandi landsliðsleikari í fótbólti og Badminton. Kaj Leo Johannesen (B), fyrrverandi málmaður hjá fótbóltslandsliðnum. Finnur Helmsdal (E), fyrrverandi landsliðsleikari í hondbólti og fótbólti, og Andreas Petersen (C), sum hevur verið lækni hjá GÍ, og annars knýttur at felagnum, fara at røða um ítróttarmál á Rás2 í dag. Hetta verður í tímanum millum 15 og 16. Petur Elias Petersen, næstformaður í ÌSF verður á tráðnum, og fer hann t.d. at greiða frá teimum góðu sømdunum, sum ítróttarfólk í okkara grannatjóðum hava. Petur Elias fer eisini at nerta við játtanina á fíggjarlógini, sum hevur staðið í stað, síðani 1993. Seinni í sendingini verður Sølvi Reinert Hansen eisini á tráðnum, og fer hann at greiða frá Ítróttarálitinum, sum varð handað Føroya Landsstýri í 2005. Valevnini fara at røða um tað, sum Petur Elias og Sølvi fara at leggja fram.