Ólavur í Beiti
Fyrispurningurin hjá Finni Helmsdal, sum hann setti Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismanni í almanna- og heilsumálum, snýr seg um, hví einki virksemi var á ALV verkstaðnum 1998, og hví partur av teimum pengunum, sum vórðu játtaðir til ALV-verkstaðin, ikki vórðu nýttir sum íløga í verkætlanina um arbeiðstilboð til rørslutarnað.
Og Finnur Helmsdal, spyr eisini, um landsstýrið hevur ætlanir um at stuðla nevndu verkætlan og hvussu landsstýrið ætlar at stuðla og nær. Og løgtingsmaðurin spyr, um einki verður gjørt, hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrið so um at veita rørslutarnaðum viðkomandi arbeiðstilboð í nærmastu framtíð.
Virksemið ligið stilt
Í viðmerkingunum til fyrispurningin til almannamálaráðharran, sigur Finnur Helmsdal, at virksemið á Verkstaðnum hjá ALV hevur ligið stilt í meira enn eitt ár, og av teimum pengunum, sum vórðu játtaðir til ALV-verkstaðin 1998, varð einki nýtt
til endamálið.
? Hetta hóast landsstýrið varð biðið um at stuðla fíggjarliga forvitnisligari verkætlan um arbeiðstilboð til rørslutarnað. Ein verkætlan, ætlað til rørslutarnað, sum annars eru arbeiðsfør. Hesin bólkur er vaksandi, og hann stendur í dag so at siga uttan arbeiðstilboð, sigur Finnur Helmsdal í viðmerkingunum sum tingið samtykti uttan atkvøðugreiðslu at Helena Dam á Neystabø skal svara.
Játtanin minkað
Finnur Helmsdal upplýsir í viðmerkingunum, at verkætlanin varð fyrst løgd fyri Óla Jacobsen, tá hann var landsstýrismaður í almannamálum, og gav hann henni stóran ans. Síðan hevur Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, verið kunnað um verkætlanina.
? Tó hevur landsstýrið einki ítøkiligt gjørt fyri at seta nevndu verkætlan um arbeiðstilboð til rørslutarnað ígongd, hetta hóast játtaður peningur stóð ónýttur til verkstaðar virksemi hjá ALV, sigur Finnur Helmsdal.
Í 1998 vóru avsettar 900.000 krónur til ALV, men á fíggjarlógini fyri 1999 eru bert avsettar 300.000 krónur. Av teimum 900.000 krónunum í 1998 var einki brúkt til verkætlanina.