Játtanin fylgja brúkarunum

Evnið á trapputinginum mánakvøldið var forsorg og serforsorg. Tað fyrsta, ið rann mær til hugs var, at tað er brúk fyri okkum øllum. Summi eru góð til okkurt, onnur til annað; summi kunna nóg, meðan onnur kunna minni. Men øll kunna okkurt, men tað hyggja vit alt ov lítið eftur.
Vit skulu ikki spyrja, "hvat kannst tú ikki", vit skulu spyrja "hvat kannst tú". Vit eiga at hyggja meir eftir møguleikin, heldur enn bara at hyggja eftir trupuleikum.
Tað er brúk fyri øllum, eingin ivi er um. Jú fleiri ið lyfta, jú meira lyfta vit.
Kundar, ikki plágur
Í spurnarkanning um nøgdsemi hjá teimum ið bera brek, var spurningurin um pensión einasta punktið við líkinda nøgdsemi. Kann ikki kallast at skipanin leitar eftir møguleikum. Ella sum forðamaðurin í MBF hevur sagt, "samfelagið elskar at skapa fyritíðarpensionistar, vit ynskja møguleikar"
Almenna skipanin treingir broytingar.Vit hoyra alt ov ofta orðaval sum, at renna frá Per til Pól, at detta niður millum stólar, fyri ikki at tosa um fólk mótvegis almenna stysteminum eru plágur heldur enn kundar.
Fólk noyðast at brúka alt ov nógvar kreftir til at renna frá hurð til hurð fyri at finna møguleikar fyri sær og sínum. Fyri brúkaran ótolandi og súgvandi fyri allar kreftir. Fyri almennu skipanina alt ov stór arbeiðsbyrða.
Vit hava brúk fyri øllum
Eitt av hugskotunm sum kom fram á fundinum, er eitt sera gott alternativ til verandi skipan. Lat játtanina fylgja brúkarnum. Brúkarin skal á eina hurð og kann so sjálvur/sjálvi velja millum tilboð sum eru at finna. Privatið marknaðurin vil beinanvegin skapa tilboðini og møgu-leikarnar. Kreftirnar hjá fólkið vilja tá fara til møguleikar. Eitt frálíkt hugskot.
Hví skulu fólk kallast ein útreiðsla hjá samfelagnum. Svarið er einfalt, tí almenna skipanin hevur ikki havt hugflog at hugsa ørvísi. Vit hava vilja loyst trupuleikar heldur enn at skapa møguleikar. Gongd er nú komi á hetta seinna. Skipanin við vardum størvum hevur seinastu árini ment seg munandi, og alt fleiri koma út á arbeiðsmarkn-aðin. Somuleiðis er endurbúgving ment. Vit hava fatur á rætta endanum.
Spurningurin kann ongantíð verða, hvussu nógvan pening vit nýta, men hvat vit fáa fyri peningin.
Bústaðarframbrotið
Virðingin fyri hvørjum einstøkum eigur at setast í hásæti. Samgongan er nú samd um ein bústaðarpakka. Hesin er størsta frambrot innan økið nakrantíð. Pakkin leggur upp til at øll skulu hava sama møguleika at ognað sær bústað uttan mun til hvat slag.
Tað verður upp til hvønn einstakan, hvussu stóran part av síni inntøku, viðkomandi ynskir at nýta til bústað. Eins egnað avgerð, um ein ynskir egið sethús ella eina lutaíbúð ella um kostnaðurin skal niður við at búgva saman við øðrum. Rentustuðul og MVG-frítøka verður galdandi fyri øll, ið byggja sær egnan bústað.
Partafelag við 100 mió. kr. fær til uppgávu at fíggja búðstaðir til fólk við serligum tørvi.
Nýggj forsorgarlóg
Landsstýrið arbeiðir við nýggjari forsorgarlóg. Hendan eigur nú at koma til breiðari orðaskifti. Vit skulu øll hava møguleikan at koma við okkara íkasti til forsorgarøkið.
Virkisætlan fyri brekupolitikk er eisini ávegis og verður viðgjørt í heyst.
Lat okkum seta virðið av tí einstaka í hásæti. Vit hava brúk fyri øllum.