Tveir tímaløntir arbeiðsmenn hjá Vestmanna Kommunu hava fingið at vita, at einki arbeiði er til teirra restina av árinum.
?Tað kemst av, sigur Gunn Joensen, borgarstjóri í Vestmanna, at játtanin, vit hava sett av til slík arbeiði í ár, er brúkt. Tað, sum gerast skuldi, er gjørt, og so er ikki meira, vit kunnu brúka hesar menninar til í løtuni, og tískil hava teir fingið uppsøgnina.
Gunn Joensen hevur boðað frá, at hon stillar ikki upp aftur til kommunuvalið í heyst. Hon sigur, at hon veit ikki fyri vist, hvussu vorðið er við upstilling í Vestmanna, men sigur seg hava frætt, at einir tríggir listar skulu vera á veg. Ein kvinnulisti er teirra millum, sigur hon seg hava fingið at vita.