Anfinn Kalsberg, løgmaður, hevur ikki stórvegis viðmerkingar til ósemjuna millum Føroya Lærarafelag og myndugleikarnar.
Hóast fíggjarmálaráðharrin hevur mælt til sparingar ella lógarbroytingar og landsstýrismaðurin við undirvíngarmálum ikki ætlar at framja lógarbroytingar, so meitir løgmaður ikki, at talan er um samgongutrupullekar. Løgmaður metir, at talan er ein um fíggjarlógarspurning og játtanarspurning.
- Men er tað so, so taka vit tað upp í samgonguni, sigur løgmaður, sum annars vísir til røttu myndugleikarnar.
Løgmaður avdúkar tó so mikið, sum at hann metir tað vera absurd, at eitt fakfelag fer í verkfall yvir pening, ið er játtaður til eitt málsøki.
Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá landsstýrismanninum í undirvísingarmálum, Signari á Brúnni, í gjár










