Ákæruvaldið er við at gera sektaruppskot til tey fýra makrelskipini, sum eru
skuldsett fyri at hava roynt á stongdum øki norðanfyri
Mikukvøldið vórðu Gadus, Næraberg, Finnur Fríði og Vesturvón kallaðir til
lands, tí Fiskiveiðieftirlitið segði tey hava roynt á stongdum øki
norðanfyri.
Skipini komu inn, har politiið og onnur fólk stóðu fyri teimum.
Sambært politinum hava allir fýra skipararnir játta seg sekar, og teir biða
nú eftir sektaruuppskoti frá ákæruvaldinum.