Játta meira pening til Tórsvøll

Tórshavnar býráð hevur gjørt av at stuðla Tórsvallargrunninum við tveimum milliónum afturat. Hetta stigið er enn ein forðing fyri, at rennibreyt verður um vøllin ? og kanska endaliga forðingin

TÒRSVØLLUR

Sum síðsta mál á skránni frá meirilutanum í Tórshavnar býráð stóð uppskot um stuðul til Tórsvøll á skránni á drúgva og rokuta býráðsfundinum hóskvøldið.
Sum Sosialurin skrivaði fyrr í vikuni hevði Fíggjarnevndin gjørt av at læta Tórsvallargrunninum tvær milliónir í stuðuli afturat. Peningurin verður innførdur sum stovnsfæ, men peningurin skal nýtast til eitt lán og ymsar nýbyggingar.
Tórshavnar býráð samtykti hóskvøldið at geva stuðulin við tíggju atkvøðum fyri og tveimum ? Hildur Eyðunsdóttir og Beate L. Samuelsen ? ímóti.

Lán og trappur
Sum nevnt skulu pengarnir nýtast partvíst til at innfría eitt lán og partvíst til at gera trappur og wc fyri.
Tað er einamest við dystinum móti Týsklandi í juni í huga, at bygt verður afturat.
Krøvini til altjóða dystir tilskila, at fólk ikki skulu ganga ? sum gjørt verður nú ? rundanum vøllin. Fyri at skipa fyri hesum verða trappur gjørdar, so fólk kunnu ganga beint niðan á áskoðararplássini.
Hetta arbeiðið hevur skund, tí týskarar koma longu á vitjan um minni enn fýra mánaðir.
Hetta arbeiðið skal eftir ætlan kosta eina millión at gera.
Hin milliónin frá Tórshavnar býráð fer til at infría eitt lán, ið Tórsvøllargrunnurin hevur tikið hjá HB-Stuðlum, og ger hetta til eitt kommunalt lán.
Lánið verður rentu- og avdráttarfrítt í fimm ár.

Eingin rennibreyt
Hetta málið skapti eitt sindur av skipaðum kjaki á býráðsfundinum hóskvøldið.
Beate L. Samuelsen, býráðslimur fyri Sambandsflokkin, segði, at hon ikki skilti, hví peningur aftur skuldi játtast til Tórsvøll, tí boðað hevði áður verið frá, at grunnurin sjálvur skuldi standa fyri fíggingini, eftir at kommunan hevði inngoldið stovnsfæið og eina uppruna upphædd til byggjaríið.
Hon visti eisini á, at hon ynskti Tórsvøll har piparið. Orsøkin er tann, at hon metir Tórsvøll vera eitt misprýði fyri høvuðsstaðnum, og Beatel L. Samuelsen segði seg ikki vilja stuðla víðari byggingini av verandi verkætlan.
Hildur Eyðunsdóttir, býráðslimur fyri Tjóðveldisflokkin, segði, at hon vildi ikki atkvøða fyri uppskotinum, tí hetta gjørdi tað mestsum ómøguligt nakrantíð at fáa eina rennibreyt rundanum Tórsvøll.
Jan Christiansen vísti einum parti av kritikkinum hjá Beate L. Samuelsen aftur. Borgarstjórin segði, at tað ongantíð hevur verið sagt, ongir fleiri pengar skulu játtast til Tórsvøll.
Leivur Hansen, sum var býráðsformaður, tá Tórsvøllur kom upp at standa, segði, at henda nýggja byggingin fór at gera ein enda á ætlanum um rennibreyt.
Hann nevndi tosið, sum aftur hevur stungið seg upp við einum áhugabólki á odda, har ynski um rennibreyt um Tórsvøll aftur verður ført fram.
Heðin Mortensen segði, at hendan loysnin ikki var hansara dreymur.
Hann helt fyri, at fært tú ikki tann tú elskar, so mást elska tann, tú fært. Í hesum førinum mugu vit taka til takkar við hesum, helt hann.
Býráðsfundurin vísti greitt, at rennibreyt um Tórsvøll ikki er nøkur raðfesting. Sum ein gardering hevur býráðið eisini ein samtyk, sum ásetur, at Tórsvøllur er fótbóltsvøllur burturav.