RÚSEVNI
Føroya Rættur er farin undir at viðgera størsta rúsevnismál í Føroya søgu. Ein 36 ára gamal dani, sum er føddur í Brasilia, er á ákærubeinkinum. Hann vil bara játta ein lítlan part av teimum ákærunum móti honum. Hann játtar at hava selt og keypt millum 3,7 og 4,6 kilo av hassji, 67 til 80 kilo av kokaini og umleið 30 kilo av amfetamini.
Heilar 33 ákærur eru í ritinum. 32 teirra eru fyri lógarbrot viðvíkjandi rúsevnum. Tann seinasta ákæran er, at maðurin skal hava hótt ein av sínum seljarum við at brenna húsini hjá móðir hansara.
Løgreglan og ákæruvaldið hava savnað ein hóp av prógvum, og fimm dagar eru settir av til hetta rættarmálið. Fullar hillar við skrivligum próvtilfari standa í rættarhølunum, og útgerð til at lurta eftir upptøkum eru eisini sett upp í C. Pløyens gøtu.
Løgregan hevur havt mannin í kikaranum leingi, og hon hevur tikið nógvar telefonsamrøður uppá band. Eisini er avlurting farin fram í heiminum hjá manninum, og løgreglan hevur eisini avlurta mannin, meðan hann hevur sitið varðhaldsfongslaður.
Afturlatnar hurðar
Verjin hjá tí ákærda, Christian Andreasen, vildi hava rættarmálið fyri afturlatnum hurðum. Harafturat vildi hann hava navnaforboð og forboð móti at endurgeva nakað frá rættarfundinum. Orsøkin var, at um vitnini fingu upplýsingar um rættarmálið í fjølmiðlunum kunnu tey leggja sínar frágreiðingar til rættis frammanundan. Hetta tók dómarin ikki til eftirtektar, og alt fer fram fyri opnum hurðum.
Eingi vitni vórðu innkallað tann fyrsta dagin, tí tá fekk tann ákærdi møguleikan at svara fyri tey 33 punktini í ákæruritinum. Seytjan mans eru nevndir í ákæruritinum, og fleiri teirra eru longu dømdir.
Ákæruvaldið krevur fongsulsrevsing, og at hald verður lagt á 1,45 milliónir krónur, sum maðurin hevur forvunnið við rúsevnasølu.