Jósup verður verandi

Strandfaraskip Landsins boðar í dag frá, at stovnurin hevur gjørt ein leigusáttmála fyri Mykinesleiðina, ið inniber at báturin Jósup skal røkja ferðamannasiglingina millum Mykines og Sørvág næstu fimm árini. Leigusáttmálin tryggjar, at Strandferðslan kann brúka Jósup alt árið, hóast tað einans verður siglt til Mykinesar í tíðarskeiðinum 1. mai til 31. august.


- Við hesum fáa vit loyst nakrar av avbjóðingunum, ið eru fyri framman, skilagott í mun til verandi flota, fleksibilitet, atløðuumstøður, trygd, bedingstíðir, búskap og samferðsluna sum heild, umframt at vit kunnu loysa okkara skyldu og endamáli at flyta ferðandi og frakt millum oyggjar, skrivar Stranferðslan á ssl.fo.


Strandferðslan upplýsir eisini, at ætlanin er at brúka Jósup á ymiskum øðrum leiðum, tá onnur skip hjá stovninum skulu á beding. Sostatt er longu greitt, at Jósup í ymiskum tíðarskeiðum skal røkja Svínoyar- og Fugloyarleiðina, Kalsoyarleiðina og Nólsoyarleiðina.