Nólsoyingar hava funnist at almennu myndugleikunum fyri at taka Ternuna úr rutu og í staðin seta hana í sigling inn á Skálafjørðin. Høvið er, at fyrsta skotið verður latið av fyri Eysturoyartunnlinum. Tað fer fram á Strondum í morgin kl. 14.
Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, segði fyrr í dag, at teir arbeiddur uppá at finna eina loysn uppá málið. Nú sær út til, at tað er eydnast.
Jósup verður settur inn á nólsoyarleiðina í morgin meðan Ternan er inni í Eysturoynni.
Nólsoyingar funnust at, at við at taka Ternuna úr sigling í nakrar tímar, sluppu nólsoyingar ikki út í oynna aftur áðrenn kl. 17, tá barnagarðurin annars steingir.
Henrik Old sigur, at ætlanin var fyrst at seta bátin LÍV inn, men tað bar ikki til og tískil bleiv Jósup settur inn.