Tað hevur gingið illa á farleiðini um Skopunarfjørð seinastu dagarnar, og her hava verið nógvar avlýsingar.
Seinasta sunnudag, tá veðrið var sera vánaligt, var eingin sigling um Skopunarfjørð, og bæði í gjár og fyrradagin vóru eisini avlýsingar vegna vánaligt veður.
Aftur seinnapartin í dag eru trupulleikar á farleiðini, men hesaferð er tað hvørki veður - ei heldur strandfaraskipið Teistin - sum elva til, at skipið ikki kann røkja farleiðina í løtuni.
Á Strandfaraskipum Landsins søgdu tey við In.fo fyri løtu síðan, at trupulleikarnir, sum hava staðist seinnapartin í dag, eru við ferjuleguni í Skopun, har Teistin liggur í løtuni.
- Her er okkurt stempul vorðið fast, og tað er Landsverk, sum varðar av sjálvari ferjuleguni. Menn hjá Landsverki fara tískil í Sandoynna við Jósupi nú klokkan 16.30.
Lagt verður aftrat, at tað helst fer at taka einar 3-4 tímar at loysa teir trupulleikar, sum í løtuni eru við ferjuleguni í Skopun.
Jósup fer av Gomlurætt umleið klokkan 16.30, og hann tekur í mesta lagi 50 ferðafólk hvønn túrin.
- Vit fara at royna at fáa Jósup at gera fleiri túrar, men nærri verður at frætta um hetta, tá vit hava verið í samband við manningina, siga tey á Strandfaraskipum Landsins.











