Jústinus R. Hansen til B68

B68 boðar umvegis heimasíðuna í dag frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við Jústinus R. Hansen. Miðvallarleikarin áður einans umboðað NSÍ í føroyskum fótbólti, men fer í 2012 at royna seg hjá grannunum á Toftum.

 

Vit í B68 eru sera fegin um at hava fingið ein av bestu miðvallaraleikarunum í Føroyum at leika á B68 liðnum næst ár, hann verður helt sikkurt ein góður styrkur hjá okkum, sigur Jógvan Høgaard, formaður í B68 á b68.fo.

 

Jústinus R . Hansen er skrásettur fyri fýra A-landsdystir.

 

Mynd: www.nsi.fo