Jústinus og óruddið á Hellunum

Nú komið eg sum ketta úr høvdatroð, fleiri vikur eftir, at Jústinus L. Eidesgaard og Sosialurin hava kjakast um nakrar myndir av óruddi

Jústinus vil vera við, at myndir úr Elduvík, Oyndarfirði og Hellunum ikki eru av óruddi. Men hvørjum eru tær so av? Er hatta vanliga bygdamyndin, ið Jústinus vil vísa fram fyri føroyingum og útlendskum gestum?

Jústinus ger nógv burtur úr at vísa á, at ein bingja á Hellunum, har annað rusk er sett við síðuna av, er almenna ruskplássið í bygdini.

Men Harragud, Jústinus, reglurnar um, hvussu almen ruskpláss skuldu gerast og innihegnast komu í 1989, tá IRF byrjaði sítt virksemi, og tað at ruskplássið á Hellunum nú, næstan 20 ár seinni, ikki er gjørt eftir reglunum, rættvísger ikki, at her ikki er talan um órudd.

Var talan um alment ruskpláss, so skuldi tað verið gjørt eftir reglunum, innihegnað og týðuliga avmerkt. So var einki at tosa um.

Men tað var als ikki talan um her.

Annað er so tað, at ymiskt er, hvat verður roknað sum órudd.

Eg veit væl, at fleiri meta, at ein traktorur ella bussur, sum kundi koyra fyri 20 árum síðani, men sum nú stendur og rustar, verður av eigaranum roknaður sum eykalutir, meðan hesi av øllum øðrum verður roknað sum órudd.

Tí er tað av alstórum týdningi, at Búnaðarstovan – um talan er um kongsbøndur – ella kommunan – um talan er um kommunala ogn – er tilvitað um, at hetta óskilið kann ikki halda fram, men her má ruddast við harðari hond.

Eg vil enda við at takka Sosialinum (og Vikublaðnum, sum byrjaði at seta fokus á hendan trupulleikan) fyri tykkara innsats. Hóast nógv órudd framvegis finst runt landið, so er nógv hent til tað betra hesar fáu mánaðirnar, hendan kampanjan hevur koyrt. Nógvar kommunur hava tikið ítøkilig stig at rudda, so haldið endiliga fram, so fáa vit einar reinari Føroyar til ferðafólkini, sum koma komandi ár og til okkum øll onnur við!