Marjus Dam, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Eftir at hava lisið greinina hjá Jústinesi Eidesgaard,rithøvundi, hugsar ein hvat endamálið er við henni. Tað tykist sum mjólkin var súr hjá Jústinusi - um ein skal døma eftir greinini. Hann spyr, hví ein roynir at gera nakað í ár, ístaðin fyri í fjør. Eg haldi, at tað er gott, um nakað verður gjørt í ár sjálvt um betur hevði verið, um málið var avgreitt fyri 10 árum síðani. Men at ov lítið varð gjørt ífjør ella fyri 5 árum síðani, kann ikki nýtast sum undanførsla fyri onki at gera í ár.
Principp:
Málið at taka innmat (rogn, livur,sil, fiskamagar o.a.) hevur at gera við eitt principp. Nevniliga at gagnnýta rávøruna, ið verður tikin upp úr havinum. Tað hevur onki at gera við partapolitikk ella lokalpolitikk, men við politikk av hugsjónarligum slagi. Á hesum øki, eru helst flestu flokkar samdir um høvuðsprincippið. Men vit mugu fara fram við skili. Onki at gera er tað sama, sum onki skil at hava. Tað kann ikki ganga til longur. Tað gongur nevniliga ikki, bert at lata standa til. Vit skulu ikki bert reka við streymi og vindi. Uttan mál og mið. Vit skulu sigla eftir eini kós, ið vit stinga út í korti, politiskt í hesum føri. Til gagn fyri land og fólk. Hendan samgongan og løgtingi megnar vónandi tað, ið ikki hevur verið gjørt á hesum øki áður. Tað vóni eg.
Vit fingu eina fiskidagaskipan ið skuldi forða fyri, at fiskur varð tveittur útaftur. Alt skuldi førast til lands. Tað var andin í lógini. Nú uppliva vit, at meginparturin av fiskinum verður tveittur útaftur.
Hví skal Kovin innflyta rogn til útflutning, tá nóg mikið av rognum er til í Føroyum? Hví tørvar livravirkinum livur, tá nóg mikið er til av livur í Føroyum. Og hví innflyta livur í dós til 150 kr / kilo, ístaðin fyri at útflyta somu vøru?. Her eru nógv trygg arbeiðspláss, ið verða tveitt burtur
Hetta kann føroyska fólkið ikki liva við. Her er eitt potientiali, ið Føroyar kunnu nýta
Ongin hevur nakrantíð gjørt nakað munadygt politiskt við hendan spurning. Vit hoyrdu Stjóran í Kovanum siga, at hann hevur roynt í 8 ár, men tað gongur skeiva vegin.
B Kalso royndi í fjør at koma við livradøgum, har skip fingu fiskidagar fyri at taka livur. Hetta er eitt framstig, men ikki nóg gott.
Hví ikki geva fiskidagar fyri at taka rogn? Tað vil bøta um støðuna, men er ikki nóg gott eftir míni hugsan.
Ein nýggj tíð
Eg meti, at vit hava latið staðið til nóg leingi. Mín niðurstøðan er, at tað gongur ikki longur. Rogn, livur og innmatur mugu nú lóggevast uppá land.
Við at gera tað, koma vit samstundis at tryggja, at virkir, ið fáast við hesar úrdráttir fáa rávøruna, ið er alfa og omega, hjá einhvørjum virki. Hesa rávøru kunnu vit ikki blaka fyri borð. Tað eigur og skal steðgast sum skjótast.
Um vit ikki taka rávøruna uppá land, so missa vit pening og arbeiðspláss.
Spurningurin eigur at avgreiðast í smb við lógina um vinnuligan fiskiskap. Tí so fær vinnan á sjógvi og landi at vita, hvussu leikur fer á hesum øki komandi árini. Og tað gevur ein stabilitet, ið er neyðugur hjá øllum.










