Jústinus og fólkaræði

Abraham Mikladal

Nú ætlaði eg ikki at læra teg meir um fólkaræði í Føroyum, men tá tú bendir "støðuna hjá Kallsberg" til at vera ein trupulleika í stýrisskipanarlógini, so havi eg hug at royna einaferð enn.
Óivað skulu stýrisskipanarlógin og vallógin broytast. Sjálvur eri eg t.d. fyri einum valdømi í Føroyum. Men lat okkum í fyrstu atløgu halda okkum til fakta.

Vit hava eitt fólkaræði, ið byggir á tað tríbýtta valdið (lóggevandi, útinnandi og dømandi).

Tað lóggevandi valdið kann bert samtykkja lógir, og bert við einum meiriluta. So um nøkur av tingmanningini eru kriminell, so koma tey ikki einsamøll at samtykkja nakra lóg, tíanbetur. Somuleiðis kann ein løgtingslimur einki seta í verk ella útinna!
Hinvegin er tað óivað rímuligt, at slík fólk finnast á tingi, tí á tann hátt umboðar tingið fólkasamansetingina betur.

Tá tað kemur til tað útinnandi og dømandi valdið, er støðan ein heilt onnur. Har kann ein persónur útinna gerðir, ið kunnu koma einstaklingum, bólkum ja, øllum samfelagnum í óføri. T.d. hevur løgmaður heimild til at skriva út val, senda landsstýrisfólk til hús o.s.fr. Tí mugu vit ikki góðtaka, at embætini verða misnýtt, og at fólk, sum røkja embætini, siga ósatt.
Og tað hevur onki við persónin Anfinn Kallsberg at gera. Somu treytir galda sjálvandi fyri ein og hvønn, ið fær litið eitt embæti í útinnandi ella dømandi valdinum upp í hendur.

Tað finnast nógvir rættvorðnir borgarar, so tað er púra óneyðugt at seta kriminell og óálítandi fólk í fremstu røð. Verður tað gjørt, hóast alt, so er okkurt spinnandi galið við teimum, sum gera tað.

Jústinus, eg vóni at tú skilur munin.