Jústines í Túni og Sakaris Joensen á G!

G! Festivalurin valdi teir báðar Jústines í Túni og Sakaris Joensen til at framføra á G!

Í samband við Singer/Songwriter kappingina hevur Kafe Kasper fingið í lag samstarv við G! festivalin, ið bjóðar einum av finaluluttakarunum á pall á ársins festivali í Gøtu.

 

Men áðrenn singer/songwriter kappingina hevði G! Festivalurin gjørt avtalu við Lyon Hansen, sum gjørdist vinnari, um at framføra. Tí bleiv valt ímillum hinar tríggjar finalistarnar, og har valdi G! teir báðar Jústines í Túni og Sakaris Joensen at framføra á festivalinum í summar.