Jústines selur tannlæknastovuna

Í 1991 byrjaði Jústinus Eliasen tannklinikkina í Leirvík, og í meira enn 20 ár hevur hann havt barnatannrøktina í bygdini. Seinnu árini hevur hann arbeitt niðursetta tíð, og tann 1. mai ætlar hann sær frá fyri aldur eftir at hava arbeitt í 43 ár sum tannlækni.

 

Eysturkommuna hevur keypt tannlæknastovuna hjá Jústinus Eliasen í Leirvík. Framyvir fer barnatannrøktin hjá Eysturkommunu sostatt at húsast í vælútgjørdu hølunum.