Har ger reyði blokkur, javnaðarflokkurin, SF, og eindarlistin, púra greitt, at teir fara at atkvøða fyri slíkum uppskoti.
Summi halda, at hetta er óviðkomandi fyri okkum føringar, men so er ikki. Tí lættliga kann jú henda, at umboð føringa verða á vágskálini, tá gerast skal av, hvør skal stjórna dønum, tey bláu ella tey reyðu. Vert at hugsa um, tá atkvøðast skal, eisini her heima.
Miðflokkurin vildi ynskt, at vit, umframt á løgtingi, høvdu møguleika at ávirka í hesum máli á fólkatingi. Spurningurin um palistinska statin er jú spurningurin um trygd Ísraels. Ein atkvøða fyri palistinskum stati, sum í stevnu sínari hevur at beina Ísrael av heimskortinum, er ein atkvøða móti Ísrael.