Ísraelski forsetin, Shimon Peres, heldur lítið um, at iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, fekk orðið á einum lærdum háskúla í New York
-Eg skilji ikki, at ein so høgt mettur lærdur háskúli sum Colombia University skal bjóða einum lygnara at halda røðu fyri teimum lesandi. Maðurin heldur jú uppá, at nazistarnir gjørdu ikki jødunum nakað. Hetta endurtók hann eisini fleiri ferðir á lærda háskúlanum hendan dagin. Maðurin er staðfestur sum lygnari, sigur Shimon Peres við Reuters.
Ísraelski forsetin heldur, at tað, sum hendir við Mahmoud Ahmadinejad og Iran minnir ikki sørt um tað, sum hendi Adolfi Hitler og Týsklandi í árunum undan seinna heimsbardaga.
-Men valdu at tingast við Hitler. Chamberlain fór at tosa við hann. Men hvat kom burturúr? Jú, tað eydnaðist Hitler at fjala, at hann var í ferð við at byggja týningarlegur til jødarnar og onnur, sigur Shimon Peres.