Jú so víst er tað óhoyrt á Eiði

– Hatta var alt tann køla­svarta lygn!
Tað sigur Rólant Poulsen á Eiði, sum mánadagin hevur sín síðsta ar­beiðs­dag sum borg­­­­a­r­­stjóri ­á Eiði.

Tað var tann 21. november, at hann fekk eitt prik her á síð­uni, eftir at tað var komið fram, at ein persónur á hans­­ara lista hevði svik­ið hann. Ró­­l­­ant er vald­ur á lista A, sum fekk fýra av sjey bygd­ar­ráðs­lim­um á Eiði á valinum hes­a­ferð.

Men Jógvan í Skor­ini, sum er valdur á sama lista, valdi at ganga saman við lista C, sum so­leið­is fekk meir­i­lut­an, og Jógv­an í Skor­ini verð­ur borg­ar­stjóri.

Sambært tí, sum stóð her á síð­uni, so hevur Rólant Poul­sen sjálv­ur ver­ið við til slíkt svik fyrr – í 2000, tá hann varð vald­ur á lis­t­a sam­a­n við Tordi J. Niclasen.

Men sambært Rólanti Poul­sen, so hevði hann einki við hend­an rossahandilin at gera.

– Eg visti einki um handan ross­a­handilin hjá Tordi Nicl­a­sen, sum hann hevði gjørt við Knút Vesturdal, sigur Ró­l­ant Poulsen.

Við valið í 2000 vórðu Ról­ant Poul­sen og Tord­ur Nicl­a­­sen vald­ir á lista B. Tordur fekk 53 atkøður og Ró­l­ant 32. Men tveir av lim­u­num á hin­um list­a­num gingu saman við teim­um, og Tord­ur Niclasen varð valdur til bor­g­a­r­stjóra.

– Eg var sum sagt púra ó­­vit­andi um hatta. Nú hava vit fing­ið ein kverulant til borg­ar­stjóra, sum er hopp­að­ur av okk­ara lista, sum vann val­ið, sig­ur Rólant Poulsen.

Listi A hjá Rólanti Poulsen fekk 223 atkvøður og fýra lim­ir valdar, meðan listi C fekk 196 at­køvður. Rólant Poul­sen fekk 66 atkvøður, meðan Jógv­an í Skorini fekk 47.

– Tað er alt avbygdafólk, sum nú eru í meirilutanum, sig­ur Ról­ant Poulsen, sum ikki dyl­ir, at hann heldur sera lítið um fram­ferð­ar­hátt­in hjá Jógv­ani í Skorini.

– Eg eri sera skuffaður av hes­um, og har verður einki gott sam­starv millum meg og meir­i­lutan. Eg siti nú púra utt­an ávirkan, eri bara vald­ur í eina undirnevnd und­ir vinnu­nevnd­ini, tey kalla havn­ar­nevnd, sig­ur Rólant Poulsen, sum er sera skuffaður – og sum legg­ur dent á, at so víst er slík­ur fram­­ferð­­ar­­háttur, sum hesin, óhoyrdur á Eiði.

– Eg ivaðist, um eg skuldi stilla uppaftur. Hevði eg vitað av hesum, so hevði eg ikki still­að upp­aft­ur, sigur hann.