Framsýningin letur upp 1. juni – 2. hvítusunnudag, kl 16:00 og er opin til 25. juni.
Jórunn er fødd 15. apríl 1949 í Havn. Gift og hevur hon fýra børn og fýra ommubørn.
Útbúgvin handarbeiðslærarinna á Haandarbejdets Fremme Seminarium, 1977.
Hon hevur undirvíst í ymiskum handarbeiði á Føroya Fólkaháskúla og Tórshavnar Kvøldskúla í patchwork og áseymaðum myndum.
Seinru árini hevur hon arbeitt mest við áseymaðum og broderaðum myndaevnum og eisini við endurnýtslutilfari og 'redesign'.
Hon hevur havt fleiri verk framsýnd heima og uttanlands.
Ribarhús er opið meðan Piddasahandil er opin. Vanligar dagar frá kl 15:00 til 17:30 og leygardag frá kl 11 – 13.
Sum støðan er í dag, kunnu 25 fólk verða inni í senn við fjarstøðu ein metur sínámillum.

Jórunn í Ribarhúsi

