Jórunn er úr Havn, dóttir Elsebu, f. Wolles, av Trøllanesi, og Dánial á Dul, navigatiónsskúlalærara, í Havn. Hon er yngst av fýra systrum.
Í 1977 varð Jórunn útbúgvin handarbeiðslærarinna á Håndarbejds Fremme Seminarinum í Keypmannahavn, og var hon eitt ár á vevstovuni hjá listakvinnuni Margrethe Agger. Í 1978 fór hon at undirvísa í kreativari seyming á kvøldskúlanum í Havn til fyrst í 1990-unum. Hon hevur verið virkin í Javna, felagnum hjá menningartarnaðum í Føroyum.
Jórunn hevur skipað fyri ymiskum framsýningum í Havn sum t.d. myndaframsýning við brúðarmyndum og barnamyndum í Tilhaldinum og stóru Realskúlaframsýningini í 2007.
Í sambandi við 60 ára føðingardagin hevði hon eina framsýning í Smiðjuni í Lítluvík fyrr í ár.
Hon hevur áður sýnt fram í Smiðjuni saman við øðrum, men hetta var hennara fyrsta sjálvstøðuga framsýning har. Har vóru nógv ymisk listaverk, sum hon hevur seymað, broderað og málað seinastu tíðina.
Jórunn hevur altíð verið hugtikin av list og av at arbeiða kreativt. Sum skilt er hon við at fyrireika eina nýggja framsýning við uttanduramyndum av børnum í tíðarskeiðinum frá 1900 til umleið 1970.
Jórunn er gift Jóan Paula Poulsen, handilsskúlalærara úr Havn, tey eiga fýra børn: Durita (1967) , Búgvi (1972), Esther Maria (1987) og Mats Andrias (1989). Barnabørnini eru: Katrin 18, Teitur 5 og Ragnar 1 ára gamal.
-red