Jórun (Vágsheyg) Jacobsen 60

Í dag, hósdagin 4. juli, fyllir Jórun Jacobsen í Klaksvík 60 ár.

Hon er dóttir Kristiannu Poulsen av Eiði, sum doyði í 1991, og Joen Paula Vágsheyg, Peila hjá Jógvan Segl, sum doyði í 1970.
Kristianna og Peili áttu tríggjar døtur og ein son. Hallgerð er gift við Haldgrími Gregersen í Gøtu og býr har. Ása er gift við Hjørleif Ellingsgaard og býr í Klaksvík. Jógvan er giftur við Beintu Ziska, tey búgva í Klaksvík. Og Jórun er gift við Jóan Jakku Jacobsen, og eisini tey búgva í Klaksvík.
Jórun tók realprógv í Klaksvík í 1960. Hon giftist við Jóan Jakku í 1964, og tey fingu fýra børn: Annika er fødd í 1966 og er sjúkrasystir. Jacob Pauli er føddur í 1968 og er elektrikari. Erla varð fødd í 1971, men longu 16 ára gomul doyði hon í einari bilvanlukku, tá hon og drongurin, Heri Mørkøre, fóru á sjógv við bilinum innast við Stórukei í Klaksvík. Torkil er fjórða barnið og er føddur í 1977.
Jóan Jakku tók skiparaprógv í 1961. Hann var til skips og hevði skip sjálvur í eina tíð, til hann í 1977 legðist uppi. Hann arbeiddi í Klaksvíkar Havn í nøkur ár og frá 1990 var hann kranamaður á Kósini.
Tá Jórun hevði endað skúlagongdina, fór hon at arbeiða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og var so á húsarhaldsskúla í Haslev. Eftir tað arbeiddi hon á skrivstovuni hjá Joensen & Olsen (Seglhúsmonnunum) til 1964. Síðani hevur hon arbeitt úti av og á, m.a. á grannskoðaravirki.