Jórun skal taka sær av teim ungu

19 ára gamla Jórun Danielsen av Skipanesi er sett sum nýggjur junior- og ungdómsráðgevi hjá Heimamissiónini. - Vit fara nú at uppraðfesta junorarbeiðini kring landið, sigur Heimamissiónin, nú hon fer í nýggja starvið 1. august.

Jórun Danielsen lesur í løtuni gudfrøði á fjarlestri við Meinigheitsfakultetið í Århus, og hevur eisini leiðsluroyndir frá Kristiligum Felag fyri Skúlaungdóm (KFS) og sunnudagsskúlaarbeiði á Glyvrum.

Umframt hetta hevur hon virkað sum tónleikalærari á Musikskúlanum í Runavík í fleiri ár.

- Nú Jórun tekur við, er starvið broytt frá bara at vera eitt ungdómsráðgevarastarv til at vera eitt junior- og ungdómsráðgevastarv, verður upplýst.

Jórun er 19 ára gomul og gift við Óla Christian Danielsen úr Runavík. Hon avloysir Jákup Justinussen, sum fer av landinum í summar í lestrarørindum. Hann hevur verið í starvinum í tvey ár.