Hon var fyrstu ferð í Føroyum í 1956, tá hon arbeiddi á Drotning Ingridar Barnagarði í Havn.
Eitt gott ár seinni fór hon heim aftur til Norra, men hon droymdi altíð um at koma aftur til Føroyar.
Í 1958 fór hon til Keypmannahavnar at lesa sálarfrøði. Har møtti hon Erlingi Simonsen úr Havn, sum tá var útbúgvin tannlækni.
Hon gavst við lestrinum, og tey giftust í Norra í 1959 og fluttu til Føroya. Erling byrjaði sum barnatannlækni hjá Tórshavnar Kommunu 1. august 1959.
Jórun var eitt skifti vikarur í Torshavnar Kommunuskúla. Hon var á ítróttarskúla og hevur eisini útbúgving í drama, og hevur hon í mong ár verið lærari í fimleiki og drama á Føroya Læraraskúla.
Hon er elst av fýra systkjum. Næstelsta systirin, Gro, er eisini gift við einum føroyingi, Frants Heinesen, sum er sonur William Heinesen, tey búgva í Norra.
Jórun og Erling eiga tvey børn: Erlendur, sum býr á Hvítanesi og Rannvá, sum býr í Baffin Island í Kanada. Ommu- og abbabørnini eru 6 í tali.