Hondbóltur
Hon var liðskipari hjá kvinnuliðnum hjá Kyndli, tá tær vóru á føroyska hondbóltstindinum fyri fáum árum síðani, men í fjør leitaði Jórun Ludvig sær nýggjar avbjóðingar, tá hon fór at spæla við VÍF.
Til Neistan
Komandi vetur verða tað tó hvørki Kyndil ella VÍF, sum fái gleði av hondbóltsevnum hennara. Ístaðin verður tað í Neistanum, at hon fer at royna seg.
Sjálv sigur Jórun, at tað fyrst og fremst er væntandi tíð, sum ger, at hon nú hevur gjørt av, at hon ikki fer at spæla í VÍF í vetur.
- Mær hevur dámt ótrúliga væl í VÍF, og tað hevur so einki við nakra sum helst ónøgd at gera, at eg ikki verið við teimum í vetur. Tað er bara so, at eg byrji á kvøldskúla nú í vetur, og tá er tað munandi høgligari at venja í Havn, sigur hon, áðrenn hon leggur afturat, at hon als ikki er vís í, júst hvussu nógva orku hon fær lagt í hondbóltin.
- Eg dugi ikki rættiliga at síggja, hvussu nógva tíð skúlagongdin fer at krevja, og tað kann væl verða, at hetta minkar um venjingartímarnar. Men eg fari so undir ongum umstøðum at siga, at eg ikki fari at spæla, sigur hon.
Venjarin nógv at siga
Sum nevnt, so hevur tað annars fyri tað mesta verið í Kyndli, at Jórun hevur búleikast. Tí kann tað tykist heldur djarvt at skifta til grannarnar úr Neistanum, men hetta hevur sambært Jórun eina einfalda frágreiðing.
- Tað at Sophus er venjari, hevur havt nógv at týða fyri meg. Hann var í fleiri ár venjari hjá okkum í Kyndli, og tað er heilt víst størsta orsøkin til, at eg nú fari at royna meg í Neistanum, sigur hon at enda.
Nógv frágongd
Annars røkist fyri, at kvinnuliðið hjá Neistanum fer at hava nakað væl av frágongd til komandi kappingarár.
Ikki færri enn tríggjar av teimum, sum mugu roknast sum berandi kreftir á liðnum, hav ætlanir um at fara til Danmarkar í lestrarørindum. Tær tríggjar eru Birita Wardum, Katrin á Neystabø og so ársins leikari í fjør, Gunnleyg Berg.
Enn er ikki greitt, hvørt Neistin fer at leita sær meira styrk, enn tann sum longu er komin við Jórun Ludvig, men sum skilst, so verður tó arbeitt við nøkrum nøvnum.









