Jørgen Niclasen var gestarøðari og greiddi frá føroysku fiskidagaskipanini. Fagnaðurin var so stórur, at Jørgen Niclasen fleiri ferð varð avbrotin á fundinum av lógvabrestum.
Frjálslyndi flokkurin hevur sum mál at fáa skift íslendsku kvotaskipanina út við eina skipan, sum hevur føroysku fiskidagaskipanina sum fyrimynd.
Um hetta evnið sigur Jørgen Niclasen:
-? Tað er ein stór og spennandi avbjóðing at greiða frá okkara skipan, serliga nú tað gongur niður. Tað er sera umráðandi fyri okkum, at fiskidagaskipanin verður viðurkend so víðað sum møguligt.
? Vit eiga tí at leggja størri dent á at kunna umheimin um okkara fiskidagaskipan, sigur hann.
Eisini konservativi flokkurin í Bretlandi ynskir broytingar í ES-fiskivinnupolitikkinum. Eisini hesin flokkur hevur føroysku fiskidagaskipanina til fyrimynd í síni valskrá til bretska parlamentsvalið, sum verður í mai mánaði.










