Jørgin Olsen í Ribarhúsi

Jørgin Olsen er ættaður úr Fuglafirði og flutti sum 25 ára gamal til Runavíkar. Hann er sonur Ingrid og Elias Olsen. Ingrid var úr Lambanum  í Fuglafirði, og Elias var ættaður úr Rituvík.. Í móðirlegg var  abbin Sámal og  Jacobina í Labanum. Hetta er ein poetisk familja, sum í orðum lyftir tað skaldakenda á ein sera skemtiligan hátt, sum hevur glett mangt eitt hjarta í bygdini og víða um. Tað er eins og tað rúnabundna, poetiska kemur undan penslabørnunum hjá Jørgini.

 

Jørgin hevur málað síðan ár 2000 og verið við á nøkrum framsýningum hjá Lions og hevur eisini havt framsýningar sjálvur. Hansara myndir renna aftur á føroyskt umhvørvi, har fólk, bátar og neyst liva sítt sæla lív í málningum hansara.

 

Ferniseringin verður leygardagin, 9. juni kl. 16:00 og hongur framsýningin uppi til 1. juli og er opin, tá íð  Piddasa handil er opin.