Jørgen Niclasen er sørvingur, sonur Hervør, f. Jørgensen úr Miðvági, og Niclas Niclasen úr Sørvági.
Jørgen tók studentsprógv í Hoydølum í 1988. Hann var ungur, tá hann kom upp í politikk. Hann var varamaður á tingi fyri Fólkaflokkin nøkur tíðarskeið frá 1989 til 1993 og varð fyrstu ferð valdur á ting fyri Fólkaflokkin í Vága valdømi í 1994.
Hann hevur havt nógv álitisstørv. Frá 1994-96 var hann formaður í Landsstýrismálanevndini, og frá 1996-98 var hann formaður í Vinnunevndini. Hetta tíðarskeiðið (1996-98) var hann limur í sendinevnd Løgtingsins í Norðurlandaráðnum. Hann hevur eisini verið Fíggjarnevndini og í paragraf 19 nevndini, sum kannaði 1980-ini. Frá 2004-2008 var hann formaður í Trivnaðarnevndini.
Hann var landsstýrismaður við fiskivinnumálum frá 1998-2003, og síðan september 2008 hevur hann verið uttanríkisráðharri.
Sum vinnulívsmaður hevur Jørgen eisini roynt seg á ymiskum økjum. Hann hevur verið stjóri í familjufyritøkuni Handilsvirkinum Niclasen í Sørvági, har hann eisini er partaeigari, í fleiri ár. Fyrst eitt skifti fyrst í 1990-unum, síðan var hann stjóri frá 1994-98 og frá 2003-2008. Hann var eisini í saltfiskavirkinum p/f Tomba frá 1994-1998 og nevndarlimur í Atlantic Airways frá 1990-91.
Jørgen er giftur Annelenu Vest, f. Joensen, úr Hvalvík, dóttir Ásvør og Julian. Børnini eru: Linda (f. 1993), Ásvør (f. 1995) og Julian (f. 2001).