Jørgin, Jørgin

Ætli ikki at brúka nógva tíð til verju av politikki samgongunnar, hugsi betri man verða at lata tíðina vísa úrslitini, og sum er, er bert stuttur teinur rógvin

Men nakrar viðmerkingar loyvi eg mær at geva sosialpolitiska leiðara fólkafloksins, sum m.a. í vikuskiftisdimmuni roynir at sáða iva um familju- og eldrapolitikk samgongunnar. Við vilja, uttan iva, nevnir hann ongar av teim batum, framdir eru hesa stuttu tíð, vit hava virkað ( t.d. økt barsislfarloyvi, stuðul til einsamallar forsyrgjarar, bygging av sambýlum til sinnisveik í Vági og Havn, ígyldisseting av lóg um endurgjaldsábyrgd v.m., v.m ). Og tilvitað nevnir hann ikki alternativa politikkin, sum egni flokkur hansara ynskir førdan. Fari tí stutt at minna hann á hendan- við niðanfyri at endurgeva beinleiðis úr álitinum til løgtingsfíggjarlógina fyri 2008. Her biður fíggjarnevndarumboðið fyri flokk hansara teir 33 løgtingsmenninar um at atkvøða fyri, at:

 

minka játtanina til barnatænastuna (t.e. heilsufrøðingakanningar av børnum ) við: kr. 1,2 mió

- ættleiðingarstuðilin við: kr. 300.000

- stuðulin til influenzakoppseting av teim yvir 67 ár við: kr. 200.000

- játtanina til eldrarøkt við: kr. 3 mió.

- játtanina til laknakanning av børnum við: kr. 400.000

- játtanina til stuðulstænastuna við: kr. 1.2 mió

játtanina til bókasøvn við: kr. 500.000

stuðulin til fyriskipanir fyri heimleys við: kr. 1 mió

- lestrarstuðulin við: kr. 3.5 mió

- játtanina til skúladepilin í suðri við: kr. 4 mió

- játtanina til fólkaskúlan við: kr. 1 mió

- játtanina til tiltøk móti rúsdrekkamisnýtslu við: kr. 100.000

- játtanina til vanliga forsorg við: kr. 10 mió.

- játtanina til sjúkratrygd við: kr. 1.5 mió

- játtanina til inntøkutrygd fiskimanna við: kr. 2 mió

 

 

Tíbetur vísti stórur partur av løgtingfólkum hesum ynskjum frá sær. Ábyrgdarkenslan fyri eisini teimum á niðaru rókunum sigraði - tíbetur.

 

Og veruligu orsøkina til umsorgan fólkafloksformansins fyri tinglýsingargjaldinum munnu flestu vita.