Jørgin Dahl og bólkurin hansara, Lost Pilgrims, ætla at gera vart við seg í Keypmannahavn í heyst.
Bólkurin spældi á Langelandsfestivalinum fyri nøkrum vikum síðani, og hendan framførslan gekk stak væl. Stjórin fyri Langelandsfestivalinum vendi sær av fyrstan tíð til Jørgin og teir og bjóðaðu teir at koma á festivalin.
? Hann hevði hoyrt fløguna hjá okkum, og dámdi hana sera væl. Tað var stuttligt at sleppa við á hendan festivalin uttan at skulu ígjøgnum vanligu mannagongdina við demofløgum og øðrum, sigur Jørgin Dahl.
Sambandið millum Lost Pilgrims og stjóran fyri Langelandsfestivalin er gott, stjórin hevur bjóðað sær at hjálpa Lost Pilgrims við ymiskum í heyst. Hesum vóna Jørgin og hansara menn at okkurt gott kann spyrjast burturúr.
Ætlanin er, at Lost Pilgrims skulu hava eina konsert í Keypmannahavn í september mánaði, og hetta skal verða ein konsert, sum skal sýna bólkin fram millum vanligar lurtarar og fólk, sum hava eitthvørt at siga í fjølmiðlum og innan tónleikaheimin.
Nýggir sangir
Lost Pilgrims spældu fyri eini trivaligari áhoyrarafjøld á Langelandsfestivalinum, og hetta kvøldið vóru samanlagt 10.000 fólk til festivalin, so her er talan um stórt tónleikatiltak.
? Vit spældu sangir av fløguni hjá okkum, og vit høvdu eisini fimm nýggjar sangir á skránni, sigur Jørgin Dahl.
Hetta eru sangir, sum Jørgin hevur skrivað til bólkin. Tveir av sangunum eru spildurnýggir, meðan tríggir eru slíkir, sum hann hevur funnið fram úr savni sínum og fingið at passa til bólkin.
Teir, sum spæla saman við Jørgin Dahl í Lost Pilgrims, eru tónleikarar, sum hann hevur havt langt samstarv við. Fleiri av teimum spældi hann við av fyrstan tíð, tá hann flutti til Danmarkar miðskeiðis í áttatiárunum.
Teir hava egin venjingarhøli og hava gjørt nógv við venjingarnar seinastu mánaðirnar.
Ætlanin er, at hesar venjingarnar skulu koma til góðar, tá bólkurin skal royna at gera vart við seg í heyst.










