Jørgensen royndarvenur við Fyn

Bjarni Jørgensen fer at royndarvenja við FC Fyn í næstbestu donsku deildini í dag

Bjarni Jørgensen spældi við EB/Streymi í fjør. Hann fór til Danmarkar fyri nøkrum mánaðum síðan í lestrarørindum, og hann er nú bjóðaður at royndarvenja við felagnum á Fyn í dag.
- Eg havi ikki hugsað so nógv um fótbólt, síðani eg fór niður, men nú fekk eg hendan møguleikan, og eg havi valt at royna tað. Eg havi vant eitt sindur fyri meg sjálvan, og eg meti, at eg eri hampiliga væl fyri kropsliga, sigur Bjarni Jørgensen, sum ofta hevur verið darvaður av skaðum.
FC Fyn er í tungum sjógvi í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Liðið er næstaftast og vantar trý stig fyri at sleppa upp um niðurflytingarmarkið. Tí kemur væl við, at nýggir mans royna seg í felagnum.
Næstbesta danska deildin byrjar aftur í mars.