Jørgen viðurkennir ikki trupulleikan

Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum tekur ikki undir við at seta eftirlitsmenn umborð á fremmand skip undir Føroyum, tí hetta gevur ikki nakað úrslit. Hann vísir samstundis aftur, at russarar veiða ov nógvan kongafisk

 

Í øðrum londum er vanligt at hava eftirlitsmenn ella eygleiðarar umborða á fremmandum skipum fyri at hava tamarhald og eftirlit við veiðuni. Hetta er vanligt í Kanada, og Ísland hevur eisini nýtt eftirlitsmenn umborð á skipum.

Hesir eru umborð á skipum í fleiri vikur, og teir kunnu tí hava neyvt eftirlit við, hvørji fiskasløg skipið fær, og hvussu stór veiðan er.

Føroyar hava ongantíð nýtt henda háttin, og tað er heldur ikki líkt til, at tað fer at henda í bræði.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, tekur nevniliga ikki undir við at hava eftilitsmenn umborð á útlendskum skipum, ið royna undir Føroyum.


Ov kostnaðarmikið

Skiparar á djúpvatnstrolarum hava annars skotið upp at seta eftirlitsmenn umborð á russiskar trolarar, tí teir hava illgruna um, at teir fáa ov nógvan kongafisk.

? Kanada hevur nýtt eftirlitsmenn nógv, men eg haldi ikki, at hetta er besti mátin at fyribyrgja ólógligari veiðu. Vit hava eitt fiskiveiðueftirlit, ið riggar væl og greiðir sína uppgávu. Hetta er nøktandi til at fyribyrgja ólógligari veiðu, sigur Jørgen Niclasen.

Hann vísir á, at skipanin við eftirlitsmonnum er kostnaðarmikil, og tí loysir tað seg ikki at fara undir eina slíka skipan. Tað er betri at taka royndir av og á av skipunum.

Jørgen Niclasen er heldur ikki nógv fyri at senda russisku bátarnar út á djúpri sjógv, men tað vil hann ikki taka støðu til uppá standandi fót.