Vegna Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur Óluva í Gong í kvøld sent út skriv, har hon vísir á, at vit í Føroyum hava eina samgongu, sum ferð eftir ferð hevur boðað frá, at eingin fær minni í eftirløn, eftir at nýggja skattingin av eftirlønum varð sett í verk.
- Er hetta rætt, og verður hetta eisini rætt um nøkur ár? spyr hon.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur javnan víst á, at við gomlu skattaskipanini, har egna eftirlønin hjá limunum varð skattað sum A-inntøka, lá skattaprosentið um 27%.
- Samgongan við fíggjarmálaráðharranum á odda hevur nú broytt hetta til 40% - av hvørjari krónu. Kann fíggjarmálaráðharrin greiða okkum frá, hvussu hann fær roknað seg fram til, at eingin munur er á, um ávíkavist 27% ella 40% verða trektar frá eini upphædd?
Óluvá í Gong skrivar, at felagið hjá teimum veit væl, at samgongan dregur fólkapensjónina inn í roknistykkið fyri at fáa tingini at passa - og fyri at fáa rætt.
- Fíggjarmálaráharrin hevur eitt nú víst á, at mótrokningin í fólkapensjónini framyvir verður minni, soleiðis at hetta vigar upp ímóti hægru skattingini í egnari pensjón. Hetta er áhugavert, tí við hesum sigur fíggjarmálaráðharrin samstundis, at minni verður í egnari eftirløn.
Felagið heldur, at her er eisini vert at leggja aftrat, at ávísir samgongufelagir longu hava luftað tankan um at lækka fólkapensjónina.
- Niðurstøðan er greitt tann, at okkara egnu eftirløn kann eingin taka frá okkum, hóast teir kunnu revsa okkum við at hækka skattin munandi. Hinvegin kunnu politikararnir, sum teimum lystir broyta viðurskiftini við fólkapensjónini, og tað hava teir so sanniliga gjørt. Við øðrum orðum kann fíggjarmálaráðharrin als ikki - bert fyri at fáa rætt - taka fólkapensjónina í roknistykkið, tá hann vil vísa, at eingin fær minni burturúr, hóast skattingin av egnari eftirløn nú er hækkað munandi.
Óluvá í Gong sigur, at umframt alt hetta, er eisini sera viðkomandi fyri limirnir at gera vart við, at avtalurnar í starvssáttmálunum um at gjalda til egna eftirløn nú eru broyttar fullkomuliga.
- Nýggja skattingin ger, at tað als ikki loysir seg at spara upp til eftirløn meira, orskað av øktu skattingini. Kortini hevur politiski myndugleikin við lóg syrgt fyri, at øll í Føroyum nú verða noydd til at spara upp til egna eftirløn, samstundis sum sami myndugleiki hevur gjørt treytirnar fyri uppsparingini munandi verri.
Og at enda spyr felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar:
- Er hetta ikki revolvarapolitikkur?