Jørgen til róðurs

Tað bleiv sum væntað Jørgen Niclasen, ið gjørdist nýggjur formaður í Fólkaflokkinum. Hetta hendi eftir at tað stóð greitt, at Anfinn ikki tók eitt tørn aftrat Tað gjørdist ein drúgv viðgerð, áðrenn Fólkaflokkurin fekk valt formann fyri komandi ár. Tað hevur leingi ligið í luftini, at Anfinn Kalsberg ikki ynskti eitt skeið aftrat sum formaður, men tingbólkurin royndi til tað seinasta at sannføra 14-ára drúgva formannin at taka eitt tørn aftrat.

Hetta eydnaðist ikki, og so valdi tingbólkurin at fylgja tilmælinum hjá fráfarandi formanninum og velja Jørgen Niclasen til nýggjan formann. Talan gjørdist sostatt ikki um atkvøðugreiðslu um formannin.

Jørgen Niclsen er fegin um álitið, men viðgongur samstundis stóru ábyrgdina, sum hetta førir við sær.

- Talan verður ikki um nakra broyting, men heldur eina víðari føring av tí, sum Anfinn hevur bygt upp. Vit eru jú ógvuliga samdir, bæði hvat viðvíkur borgarliga politikkinum og á sjálvstýrisleið, sigur Jørgen Niclasen.

Hann vísir á, at tá hann nú, sum yngsti tinglimur floksins, er valdur til formann, so fer hann at leggja doyin á at fáa yngri kreftir framat og ikki minst at fáa meiri javnvág millum kynini í flokkinum.

Jørgen Niclasen er føddur 17. januar 1969, triði sonur Hervør og Niclas Niclasen í Sørvági. Hann er giftur Annulenu Vest, dóttir Áslu og Julius Joensen í Hvalvík. Saman eiga tey børnini Lindu, Ásvør og Julian.

Jørgen kom fyrstu ferð á ting sum varamaður í 1989, og hevur síðani 1994 sitið á tingi fyri Fólkaflokkin í Vágum. Hann sat í ladnsstýrinum sum fiskimálaráðharri frá desember 1998 til januar 2003.