Jørgen skal svara um Skálaberg

John Johannessen hevur sent Jørgin Niclasen, uttanríkisráðharra ein fyrispurning, um leiklutin hjá føroysku myndugleikunum í málinum um Skálaberg. John Johannesen, formaður í uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum spyr, hvat Uttanríkisráðið ger fyri at hjálpa Manningini á Skálabergi

1. Kann landsstýrismaðurin greiða mær stutt frá, hvat Uttanríkisráðið í øllum lutum

hevur gjørt fyri manningin og reiðarí á Skrálabergi, sum hevur ligið afturhildin í

Murmansk nú í drúgva tíð?

2. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu tað ber til, at vit bert hoyra um, at

danska uttanríkisráðið hevur verið inni í myndini?

3. Sær uttanríkisráðið tað sum sína skyldu at traðka til í slíkum málum og hevur

uttanríkisráðið orðaðar mannagongdir fyri, hvat ráðið skal gera í slíkum støðum.

Hesum spurningum skal Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri svara í komandi viku.