Jørgen sigur sessin frá sær fyri at lata partamannin sleppa framat

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, og formaður floksins, hevur nú sagt sessin sum løgtingsgrannskoðari frá sær. Ístaðin mælir hann Løgtinginum til at velja floksfelagan, Joen Magnus Rasmussen til løgtingsgrannskoðara.

 

Sostatt skal Løgtingið velja nýggja løgtingsgrannskoðara á næsta fundi, sum verður mikudagin.

 

Jørgen Niclasen sigur, at hetta verður gjørt fyri at øll í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum skulu hava minst ein nevndarsess.

 

Joen Magnus Rasmussen er annars limur í Útnorðurráðnum, men hann hevur ongan beinleiðis nevndarsess í Løgtinginum.

 

Jørgen Niclasen sigur, at hetta er sama søgan, sum tá ið Annika Olsen fór úr Fólkaflokkinum og meldaði seg upp í Framsókn, sum var í samgongu. Tá fekk hon nevndarsess, men tann sessin misti hon, tá ið hon aftur meldaði seg upp í Fólkaflokkinum, og sostatt hevði hon ongan nevndarsess.

 

Fyri at lata hana fáa ein nevndarsess, ætlaði Fólkaflokkurin at gera eitt býti innanfloks, so at Annika Olsen kundi fáa nevndarsessin hjá Jákup Mikkelsen í Uttanlandsnevndini.

 

– Men tað skulu 17 tinglimir vera fyri tí og samgongan segði nei, uttan so, at tey fingu ein nevndarsess frá okkum afturfyri, og tað nokgaðu vit blankt fyri, sigur Jørgen Niclasen.

 

Og hann sigur, at tað er sama søgan nú, tí samgongan sigur framvegis nei til at Fólkaflokkurin ger eitt umbýti innanfloks so at Joen Magnus Rasmussen fær ein nevndarsess, uttan at samgongan fær ein nevndarsess frá okkum afturfyri.

 

Jørgen Niclasen sigur, at sessurin sum løgtingsgrannskoðari, er einasti nevndarsessur, Fólkaflokkurin eigur, og sum flokkurin sostatt kann velja nýggjan lim í, uttan at spyrja samgonguna eftir.

 

Og tí er tað, at Jørgen Niclasen nú fer frá sum løgtingsgrannskoðari og letur Joen Magnus Rasmussen fáa tann sessin, so at øll í tingbólkinum hava ein nevndarsess.