Jørgen sigur ósatt um donsku skattanýskipanina

Eyðgunn Samuelsen tingkvinna
----

Herfyri var grein at lesa í bløðunum, har Jørgen Niclasen roynir at blástempla førda politikkin hjá sitandi samgongu við at pástanda, at danska stjórnin nú fer at skatta pensjiónir við inngjaldi og at geva ein skattalætta, ið líkist flatskattinum hjá BADH samgonguni.
Má siga, at ein verður málleysur, tá ið man lesir so manipulerandi útsagnir frá okkara fíggjarmálaráðharra. Antin hevur Jørgen ikki sett seg inn í skattauppskotið, ið danska stjórnin hevur lagt fram, ella snarar hann veruleikanum við vilja.

Overnight politikkur ella vælfyrireikaði átøk
Meðan vit at kalla overnight fingu flattskatt og forskatting av pensjónum skrumblað gjøgnum løgtingið, hevur danska stjórnin arbeitt heilt øðrvísi. Longu her er stórur munur á, hvussu Jørgen og hansara samgonga arbeiða í mun til donsku stjórnina.
Danska stjórnin hevur arbeitt í 1/2 ár saman við hópin av embætisfólki og tilevnað eitt uppskot til eina nýskipan, ið skal loysa trupulleikarnir í danska búskapinum heilt fram til 2020.
Jørgen framdi flatskatt og forskatting av pensjónum uppá góðar 4 vikur. Gamaní floymdu ymsar útrokningar úr fíggjarmálaráðnum, men tær máttu fáast til vega við at geva embætisfólki tænastuboð, tí tey kundu ikki standa inni fyri, at tað, ið gjørt varð, var fakliga forsvarligt. Har vóru hópin av ósvaraðum spurningum, ið embætisfólkini ikki fingu loyvið til at nýta neyðugu tíðina at fáa útvega nøktandi svar og loysnir uppá.

Gongur sjón fyri søgn
At forskattingin av pensjónum ikki var nóg væl lýst, hava vit bæði hoyrt og sæð síðani, millum annað av tí ruðuleika, ið tykist valda enn viðvíkjandi pensjónunum hjá teimum, ið hava sína pensjón uttanlands.
Orsøkin til, at danska stjórnin hevur nýtt neyðugu tíðina til nýskipannararbeiðið, er millum annað, tí hon vil gjøgnumføra eina fíggjaða skattanýskipan. Flatskatturin er ikki fíggjaður, tað hava hópin av búskaparfrøðingum, millum annað Búskaparráðið, víst á.

Skatting av kapitalpensjónum
At pástanda, at danska stjórnin nú skattar pensjónir við inngjald, júst sum BADH samgongan hevur gjørt, er ein pástandur frá Jørgen Niclassen, ið vil nakað.
Vit hava, sum øllum kunnugt, fingið eina skipan í Føroyum, har hvørt einasta pensjónsoyra verður skattað við 40% frá fyrstu krónu uttan mun til, um tað er lívrenta, lutapensjón ella kapitalpensjón.
Tað, ið danska stjórnin hevur sett út í kortið, er at strika frádráttin fyri inngjøld til kapitalpensión, og ístaðin verður útgjaldið óskattað. Hetta merkir, at ein skal gjalda toppskatt av inngjøldum til kapitalpensión frameftir. Ein annar avgerandi munur millum flatskatting av pensjónum og danska uppskotið er, at eisini rentan av nýggju kapitalpensjónini verður skattað við 15%, meðan øll onnur pensjónsuppsparing er skattafrí fyri rentutilskrivingina.
Strikaði frádrátturin við inngjald í Danmark kemur at fevna um tey 10% av uppspardari pensjón í Danmark, ið er kapitalpensjón. Forskatting av pensjónum, her heima hjá okkum, fevnir um øll inngjøld. Skipanin við kapitalpensjón við skattafrádrátti fyri inngjald kann síggjast sum ein skattafyrimunur, ið serliga kemur háinntøkum tilgóðar. Sæð í hesum ljósi er tað kanska ikki so løgið, at danska stjórnin strikar henda frádráttin.

Skattalættin í Danmark vendir sosialt rætt
Flatskatturin, ið Jørgen setti í verk, merkir, at helvtin av fólkinum, vanligi arbeiðsmaðurin og kvinnan, fáa stórt sæð ongan skattalætta. Hinvegin fáa hægstu inntøkurnar heilt upp í 6.000 kr um mánaðin í skattalætta. Helvtin av teimum 265 mió, ið flatskatturin kostar, fer niður í lumman hjá hægstlønta triðinginum av fólkinum.
Hevði Jørgen sett seg inn í danska skattareformin, so hevði hann kunnað lisið síðu upp og síðu niður við ítøkiligum útrokningum, ið vísa at reformurin vendir sosialt rætt.
Markið fyri at gjalda toppskatt verður stigvíst hækkað frá 409.000 krónum til 467.000 krónur. Hetta fer at merkja, at 250.000 lønmótakarar fara at sleppa undan at gjalda toppskatt. Vanligi lønmóttakarin fer at fáa ein árligan skattalætta á 4.150 kr árliga. Lætt verður eyka um hjá støkum uppihaldarum. Soleiðis at stakir uppihaldarar fáa ein hægri skattalætta enn vanligi lønmóttakarin, nevniliga 5.130 krónir árliga. Á hinari síðuni koma hægru inntøkurnar at fáa lægri barnakekk og lønarhæddaravgjaldið, ið bankarnir gjalda, verður hækkað.

Uppskot til breiða semju við aðrar flokkar
At enda kann nevnast, at hetta drúgva uppskotið til skattanýskipan, ið danska stjórnin hevur lagt fram, er eitt útspæl, ið ætlanin er at fáa breiða semju um við flokkarnar uttan fyri stjórnina. Henda arbeiðshátt hava Jørgen og hansara samgonga ikki lagt seg eftir.
Ætlanin er, at skattanýskipanin skal setast í verk stigvíst, soleiðis at 2/3 verða settir í verk í 2013 og restin so líðandi fram til 2020. Vit fingu flatskatt yvir eina nátt. Samanumtikið má sigast, at tað er ógvuliga trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, at fáa eyga á grundgevingar fyri páhaldi hjá Jørgen Niclasen, at danska stjórnin nýtir sama leist í skattapolitikkinum sum BADH-gongan.