Jørgen setti hol á nýggjan tunnil

Á middegi var fyrsta flagið loyst fyri nýggjum tunlum norður um fjall

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, setti á middegi gongd á arbeiðið á gera nýggjar tunlar norður um fjall á Borðoynni. Hann setti grabban í lendið og gróv fyrstu skuffuna úr bønum.

Tveir nýggir tunlar skulu gerast í staðin fyri teir gomlu, sum vórðu gjørdir í seksti árunum. Ein tunnil verður millum Ánirnar og Árnafjørð, og ein tunnil verður millum Árnafjørð og Norðtoftir. Í 2016 kom tunnil millum Hvannasund og Viðareiði.

– Tað er hugvekjandi, at nakað, sum í síni tíð var so stórt framstig fyri økið, í dag er ein so stór brema, segði Jørgen Niclasen í røðu fyri innbodnari samkomu.

– Nýggju tunlarnir hava skund, og teir fara at geva økinum bestu karmar at virka undir, segði hann.

Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, segði í sínari røðu, at sjálvt boriarbeiðið at gera tunlarnar byrjar í juni.

##med2##

Nýggi Árnafjarðartunnilin verður umleið 1900 metrar langur og 9 metrar breiður. Nýggi Hvannasundstunnilin verður umleið 2200 metrar langur og 9 metrar breiður.

Í Ánunum skulu gerast umleið 500 metrar av vegi. Í Árnafirði skulu gerast umleið 500 metrar av vegi ímillum tunlarnar, og í Norðdepli skulu gerast umleið 900 metrar av vegi.

Afturat tí verða nýggjar íbindingar gjørdar í Árnafirði og til gomlu tunlarnar, har gjørdir verða umleið 1000 metrar afturat av nýggjum vegi.

Arbeiðið er mett at taka umleið 4 ár.

##med3##